08.03.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mælt verður til at staðseta nýggja Tjóðleikhúsið við Bursatanga

Mælt verður til at staðseta nýggja Tjóðleikhúsið við Bursatanga
1 / 3

Mánadagin 8. mars var tilmælið um staðseting av nýggja Tjóðleikhúsinum lagt fram á tíðindafundi á Panorama á Hotel Hafnia.

Á tíðindafundinum luttóku Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, og Ólavur Jøkladal, formaður í dómsnevndini.

Ólavur Jøkladal legði fram tilmælið vegna dómsnevndina, og dómsnevndin mælir til at staðseta Tjóðleikhúsið við Bursatanga í Tórshavn.

Formaðurin handaði landsstýrismanninum í uttanríkis og mentamálum tilmælið, ið síðani somuleiðis varð handað Heðini Mortensen, borgarstjóra.

“Tjóðleikhúsið verður ein mentanarháborg fyri allar føroyingar. Eg taki tí fult undir við greiða tilmælinum hjá dómsnevndini um at staðseta Tjóðleikhúsið við Bursatanga,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

“Við Bursatanga kemur Tjóðleikhúsið at verða ein prýðiligur portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi, sum fer at ríka býarlívið í okkara høvuðsstaði. Tí bæði vóni og vænti eg, at Tórshavnar kommuna fer at taka undir við uppskotinum.”

Sí tilmælið frá dómsnevndini: TJÓÐLEIKHÚS - UPPSKOT TIL STAÐSETING