08.03.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Loftbrúgvin longd í trý ár

Loftbrúgvin longd í trý ár

Í dag skrivaðu Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið undir nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna til listafólk.

Loftbrúgvin til listafólk er ferðastuðulsskipan, ið hevur til endamáls at breiða út kunnleika um føroyska list uttanlands við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar.

“Loftbrúgvin er við til at vekja ans fyri Føroyum úti í heimi og skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri Føroyar. Samstundis er hon við til at skapa gróðrarbotn fyri einum fjølbroyttum listarligum umhvørvi í Føroyum, har til ber hjá listafólki at búgva her heima og samstundis hava lætta atgongd til altjóða marknaðin. Tí var ongin ivi hjá nøkrum okkara um, at Loftbrúgvin skal halda fram fyri áhaldandi at vera við til at varpa ljós á okkara ríka listaliga umhvørvi og mentan. Vit fegnast, at vit við Loftbrúnni kunnu stuðla tí megnararbeiði, ið føroysk listafólk standa fyri,” siga samstarvspartarnir í sambandi við, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

Talan er um eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið, sum byrjaði í 2015. Síðani 2015 hevur Loftbrúgvin stuðlað føroyskum listafólkum við fleiri enn 1.000 ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Tað vóru Gunn Hernes, stjóri, Norðurlandahúsið, Jóhanna á Bergi, stjóri,  Atlantic Airways, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sum í dag skrivaðu undir nýggja trý ára sáttmálan.

Søkjast kann um ferðastuðul á www.loftbrugv.fo, umsóknir verða viðgjørdar hvønn mánað.