25.11.2020 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Leigan av skrivstovum á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Leigan av skrivstovum á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn
1 / 10

Droymir tú um eina flotta og rúmliga skrivstovu í einum hugnaligum pakkhúsi?

Sendistova Føroya í Keypmannahavn hevur í løtuni tríggjar skrivstovur tøkar:

 

  • Skrivstova 1: 15m2/Pláss til 1 persón
  • Skrivstova 2: 24m2/Pláss til 2 persónar
  • Skrivstova 3: 30m2/Pláss til 3 persónar

Vit búleikast á Christianshavn og eru á 4. hædd á Norðurbryggjuni. Gongufjarstøðan til sendistovuna er 800 metrar frá ávikavist Christianshavns/Metro og Kongens Nytorvs/Metro.

Okkara skrivstovur eru mitt í býnum í einum livandi og listarligum umhvørvi. Sendistovan liggur við Krøyers Bassin, tætt við Inderhavnsbroen og Nyhavn.

  • Tvey stór fundarhøli
  • Starvsfólkarúm
  • Lyft og vesi til rørslutarnað
  • Møguleiki fyri parkeringsplássi
  • Café á niðastu hædd í húsinum
  • Tætt við handlar og matstovur
  • ”Broens – Gadekøkken” opið um summarið
  • “Broens – Skøjtebane” opin um veturin
  • Tætt við Operuna og Kgl. sjónleikarhúsið

 

Leigan av hølum er úr kr. 7.600 um mánaðin.

Vinarliga setið tykkum í samband við okkum og fáið nærri kunning.

Teldupostur: copenhagen@ummr.fo

Tlf.: +45 32 83 37 70