17.06.2019 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Leiðslustørv í fólkaskúlanum leys at søkja

Leiðslustørv í fólkaskúlanum leys at søkja

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja niðanfyri standandi størv, sum í løtuni eru leys at søkja:

Starv sum skúlastjóri í Tvøroyrar skúla

Starv sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla og 

Starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla.

Lýsingarnar liggja á heimasíðu Mentamálaráðsins www.mmr.fo. Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi  8. juli 2019.

Umsóknir skulu stílast til:

Mentamálaráðið
Tinghúsvegur 7
Postrúm 3279
110  Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo