14.05.2021 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Leiðslustørv í fólkaskúlanum komandi skúlaár leys at søkja

Leiðslustørv í fólkaskúlanum komandi skúlaár leys at søkja

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja niðanfyri standandi størv, sum í løtuni eru leys at søkja:

Skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri

Skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla - NÝTT

Skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla

Fyrstilærari í Hósvíkar skúla

Einalærari í Oyndarfjarðar skúla (Tíðaravmarkað)

Einalærari í Fámjins skúla (Tíðaravmarkað) og

Útoyggjalærari til Kirkju- Hattarvíkar skúla (Tíðaravmarkað)

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi, áðrenn freistin at søkja er úti.

Freistin at søkja er ymisk, og framgongur hetta í lýsingunum.

Umsóknir skulu stílast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110  Tórshavn
ella við t-postiummr@ummr.fo