12.03.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Leiðbeining um ferðing

Leiðbeining um ferðing

Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, at koma til Føroya so skjótt sum til ber.

Atlantic Airways avmarkar flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París.

Flúgvingin til og úr Danmark er fyrst og fremst ætlað heilsustarvsfólkum, føroyingum, ið starvast uttanlands og teimum, sum røkja týðandi samfelagsligar uppgávur, eitt nú í sambandi við tilbúgving.

Bráðneyðugur sjúkraflutningur heldur fram sum vant.

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við Atlantic Airways, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á +298 34 10 00

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við SAS, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á +45 70 10 20 00.

Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag.

Tey, sum eru stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.

Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja til Coronalinjuna á +298 30 40 40.

Harumframt hava Føroyar sendistovu í Keypmannahavn, Reykjavík, London, Brússel, Moskva og Beijing, sum tú eisini ert vælkomin at venda tær til, um tú hevur spurningar.

Ert tú stødd ella staddur uttanlands, mæla vit til, at tú skrivar teg á listan hjá danska uttanríkisráðnum. Tað kanst tú gera her. 

Mælt verður øllum føroyingum frá óneyðugari ferðing.

Innferðareftirlit

Løgreglan boðaði tann 16. mars frá, at fyribils innferðareftirlit er í sett í verk. Tað merkir, at útlendsk ferðandi uttan heimild ikki sleppa at ferðast til Føroyar. Hetta er eisini galdandi fyri ferðing til Danmark, sum eisini hevur sett innferðareftirlit í verk.

Øll ferðandi kunnu vænta at verða biðin um at vísa samleikaprógv í samband við ferð til Føroyar og til Danmarkar.

Heimild verður millum annað givin teimum,:

- sum hava bústað í tí landi, ferðast verður til.

- sum koma til landið fyri at hava samveru við børn.

- sum skulu vitja familjulim, sum er sera sjúkur og/ella doyggjandi.

- sum skulu í jarðarferð.

- sum ferðast í sjúkraørindum.

- sum eru partar av rættarmáli.

Heimild at ferðast til Føroyar og/ella Danmarkar verður ikki givin vitjandi, hvørs endamál eru familjuvitjanir, námsferðir, arbeiðsørindir og annað vanligt ferðafólkavirksemi.