22.05.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

»Lat tey øru sleppa framat«

»Lat tey øru sleppa framat«

»Tey, ið hava tráað eftir at traðka uttanfyri tað, sum ”man plagar” hava søguliga ikki havt nógvar møguleikar í Føroyum.

Og hetta, samstundis, sum vit vita, at júst tey, sum tora at hugsa ørt og øðrvísi, eisini eru tey, sum hava gjørt tey mest týðandi kvantespringini í søgu menniskjans – hesi sum gingu undan innan tøkniliga menning, nýggjar loysnir og søgulig frambrot.

Og tí gleðir tað meg hjartaliga, nú vit í dag kunnu lata FabLab upp.

Tí okkum tørvar uppfinnarar. Okkum tørvar fólk, sum málrættað seta sær fyri at broyta ting, gera ting øðrvísi og betri – og hugsa nýtt.

Bæði fyri at vit her í Føroyum fáa fleiri ella stinnari búskaparlig bein at standa á, men sanniliga eisini fyri at vit, sum mannaætt, hava vón fyri framman her á jørð.

So ja, lat tey øru sleppa framat!«

Millum annað hetta segði landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, tá hon var til móttøku í FabLab - nýggja royndarlaboratoriið hjá forvitnum og nýhugsandi føroyingum.

Les alla røðuna her