24.09.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjaði Felagið fyri Lesi- og Skriviveik

Landsstýrismaðurin vitjaði Felagið fyri Lesi- og Skriviveik

Hósdagin 24. september vitjaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, í hølum felagsins í Tróndargøtu í Tórshavn.

Endamálið við vitjanini var at fáa kunning um virksemi hjá felagnum. Landsstýrismaðurin heilsaði eisini uppá næmingar hjá felagnum, og fekk víst talgild hjálpiamboð til lesi- og skriviveik.

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik varð stovnað í 2001, og veitir stuðul, hjálp og undirvísing til børn og vaksin, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar. Felagið fær stuðulsjáttan á Fíggjarlógini, og í 2020 var játtanin til felagið á 2,1 mió. kr.

Á myndini eru: Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, Dánjal á Dul Jacobsen, Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, Anne Karin Kjeld, nevndarforkvinna í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, Jenis av Rana, landsstýrismaður, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, nevndarlimur í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik og Joan Knudsen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.