13.01.2020 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Landsstýrismaðurin hittir nýggju rektararnar

Landsstýrismaðurin hittir nýggju rektararnar

Í dag vóru nýggju rektararnir á ávikavist Glasi og á Miðnámi í Vestmanna á vitjan hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.

Steinbjørn Hardlei byrjaði í starvinum sum rektari á Glasi 1. januar, meðan Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna, byrjar í nýggja starvinum í vikuni.

Landsstýrismaðurin ynskti teimum báðum til lukku og góða eydnu við nýggja starvinum.