12.02.2021 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Landsstýrismaðurin á almennari vitjan í Suðuroynni

Landsstýrismaðurin á almennari vitjan í Suðuroynni

Fríggjadagin, 12. februar fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum á almenna vitjan í Suðuroynni. Snúningspunktið á ferðini verður í høvuðsheitum útbúgvingarøkið - og vitjað verður á fleiri útbúgvingarstovnum í oynni

 

Tíðindaskriv

 

Vitjanin byrjar í Vági, har býráðið hevur boðið til fundar.

Síðani verður farið á gátt hjá Ítróttaháskúlanum, har tey fara at vísa landsstýrimanninum runt í nýggja næmingaheiminum, sum júst er bygt til skúlan.

Í Hovi vitjar landsstýrismaðurin fyrst Miðnámsskúlan og síðani Heilsuskúlan, har hann millum annað skal frætta um spildurnýggju námsfrøðihjálparaútbúgvingina, sum á fyrsta sinni tók næmingar inn í fjørheyst.

Á Tvøroyri verður fyrst vitjað á nýggja eftirskúlanum, og dagurin endar á Skjalasavninum á Tvøroyri, sum í nøkur ár er rikið eftir eini royndarskipan. Nú skal ein leistur finnast fyri, hvussu virksemið skal skipast frameftir. 

 

Skrá fyri vitjanina: 

kl 08.30 - Vágs Kommuna
kl 10.00 - Ítróttaháskúlin í Suðuroy
kl 11.30 - Miðnám
kl 12.30 - Miðmáli
kl 13.00 - Heilsuskúlin
kl 14.00 - Eftirskúlin á Tvøroyri
kl 15.00 - Skjalasavnið á Tvøroyri