20.03.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kunning um korona og ansing

Kunning um korona og ansing

Koronavirus í Føroyum hevur við sær, at dagstovnar og skúlar kring landið hava latið aftur til og við 13. apríl.

Tó er ein serskipan fyri tey børn, hvørs foreldur røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Tað snýr seg um foreldur, sum arbeiða innan til dømis heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna og tilbúgvingina og innan flutning, haldilsvinnuna, útflutningsvinnuna og aðrar avgerðandi samfelagsveitingar. Dagstovnar og frítíðarskúlar taka móti børnum upp til 3. flokk, tá ið foreldur ongan annan møguleika hava fyri ansing. Skúlagongd verður eisini fyri næmingum í forskúla og í 1.-3. flokki, hvørs foreldur starvast innan nevndu kjarnuøki og eingin ansing er møgulig.

Um foreldur hava spurningar hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við viðkomandi stovn ella kommununa.

Meira kunning um korona í Føroyum fæst á www.corona.fo.