08.03.2020 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Kunning um Coronavirus

Kunning um Coronavirus

Í sambandi við at coronavirussmittan (covid-19) hevur spjatt seg víða seinastu mánaðirnar, verður gjørt vart við, at føroyingar, sum eru staddir uttanlands, eru vælkomnir at venda sær til Borgaratænastuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum við møguligum spurningum á telefon +298 30 40 40. 

Harumframt hava Føroyar sendistovu í Keypmannahavn, Reykjavík, London, Brússel, Moskva og Beijing, sum tú eisini ert vælkomin at venda tær til, um tú hevur spurningar.

Ert tú stødd ella staddur uttanlands, mæla vit til, at tú skrivar teg á listan hjá danska uttanríkisráðnum. Tað kanst tú gera her. 

Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sæst eisini ein ferðavegleiðing

Vilt tú vita meira um coronavirussmittuna, ber til at lesa meira á hesum heimasíðum:

Heilsumálaráðið

Landslæknin

Landssjúkrahúsið

Sundhedsstyrelsen