Síðst í januar 2026 skulu Føroyar lata Sameindu Tjóðum (ST) yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna i Føroyum. Hetta er tann sokallaða UPR frágreiðingin. UPR stendur fyri Universal Periodic Review og er ein tilgongd, har Mannarættindaráðið hjá ST, við at biðja um frágreiðing frá limalondunum, hyggur nærri eftir mannarættindastøðuni í hesum londum. Endamálið er at virka fyri, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi, bæði í lóg og í verki.
Í hesum sambandi skal Danmark, saman við Føroyum og Grønlandi, lata inn frágreiðing, ið lýsir mannarættindastøðuna í kongsríkinum. Føroyar lótu, saman við Danmark og Grønlandi, sína fyrstu frágreiðing av hesum slag til ST í 2011. Hetta er fjórða frágreiðingin.
Sum liður í tilgongdini eru áhugafelagsskapir og almenningurin vælkomin til at senda Uttanríkistænastuni skrivlig hoyringarskriv um mannarættindastøðuna í Føroyum og møguligar avbjóðingar í hesum sambandi. Innkomin hoyringarskriv verða nýtt sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST.
Í mun til aðrar frágreiðingar til ST, sum taka útgangsstøði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST-mannarættindasáttmálar.
Meira kunning um Føroyar og mannarættindi sæst á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum við at trýsta her.
Vinarliga sendið hoyringarskrivini til sthoyringar@mfa.fo
Freistin at lata hoyringarskrivini inn er mánadagin 15. desembur 2025.
Eru spurningar, eru fólk vælkomin at venda sær til Duritu L. Jóansdóttir á tel. 551008 og t-post duritalj@mfa.fo