01.02.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kunning nú Bretland er farið úr ES

Kunning nú Bretland er farið úr ES

Í gjárkvøldið fór Bretland formliga úr ES. Flestu viðurskifti Føroya við Bretland eru ásett í sáttmálum millum ES og Føroyar, men úrlimanin í gjárkvøldið ávirkar ikki viðurskiftini landanna millum, tí tær avtalur og teir sáttmálar, sum ES hevur við triðjapartar, herímillum Føroyar, halda fram at fevna um Bretland tað, sum eftir er av árinum, t.e. 31.12.2020.

Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Bretland, sum var undirskrivaður fyri einum ári síðani, kemur tí ikki í gildi fyrr enn tann 1. januar 2021.

Landsstýrið arbeiðir miðvíst til tess tryggja góð og støðug viðurskifti við Bretland, tá ið skiftistíðin er av. Millum raðfestu økini eru samhandil, fiskiveiðusamstarv, gransking, støða teirra lesandi og borgaraviðurskifti.