30.11.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Jenis av Rana á vitjan hjá Heilsurøktarafelagnum

Jenis av Rana á vitjan hjá Heilsurøktarafelagnum

Fleiri og tríati álitisfólk og nevndarlimir í Heilsurøktarafelagnum vóru hósdagin 26. november á álitisfólkafundi, har m.a. uttanríkis- og mentamálaráðharrin hevði eina framløgu. Landsstýrismaðurin var boðin av Heilsurøktarafelagnum at greiða frá framtíðarætlanum fyri heilsurøktararútbúgvingina.

Fundurin varð lívligur og kjakið fevndi breitt, og landsstýrismaðurin lutaði frá sínum royndum innan heilsuøkið. Kjakast varð um heilsurøktaraútbúgvingina sum heild, um hvussu vit kunnu kveikja okkara ungu til hesa útbúgvingarleiðina og um visjónin fyri framtíðar heilsurøktarar. Eftir-útbúgvingarmøguleikar, førleikar, merit, arbeiðstilrættalegging, lønarlag og førleikamenning vóru uppi at venda. Ein skeiðsdepil á Fróðskaparsetri Føroya varð nevndur sum ein møguleiki at raðfesta eftirútbúgvingina av heilsurøktarum.

Landsstýrismaðurin greiddi frá tí kanning, ið sett er í verk av langtíðartørvinum á starvsfólki innan heilsu, útbúgvingar- og røktarøkini. Búskaparráðið stendur fyri kanningini, sum skal greina tørvin komandi 10 árini, og sum væntandi verður liðug í februar. Tá ið kanningin er liðug, verður framtíðarkósin løgd. Landsstýrismaðurin kundi tó avdúka, at málið er at taka næmingar inn til bæði heilsurøktara- og sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingarnar tvær ferðir árliga, longu frá 2022.

Í sambandi við hvussu vit kveikja okkara ungu til at taka hesar útbúgvingar, nevndi landsstýrismaðurin væleydnaðu royndirnar við heilsubreytum í nøkrum av 10 flokkunum, og at ætlanir eru um at víðka hesar.

Landsstýrismaðurin heitti á Heilsurøktarafelagið um at taka stig til ein felags fund saman við landsstýrisfólkunum, sum varða av økinum. Tað eru landsstýrisfólkini í heilsumálum, almannamálum og mentamálum. Áheitanin varð væl móttikið. Á hesum fundinum, ið vónandi verður fyrst í komandi ári, fær Heilsurøktarfelagið høvið at greiða frá praktisku trupulleikunum, sum heilsurøktarar uppliva. Her er talan um trupulleikar, sum nevndu landsstýrisfólk eiga at kunna loysa í felag, metti uttanríkis- og mentamálaráðharrin.