20.01.2021 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Játtanin til filmsstuðul hækkað

Játtanin til filmsstuðul hækkað

Løgtingið hevur hækkað stuðulin til film fyri 2021 við 200.000 krónum. Við hesum hækkar upphæddin, ið filmsfólk kunnu søkja um, úr 2,7 milliónum krónum upp í 2,9 milliónir krónur.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum, fegnast um, at tað á fíggjarlógini fyri 2021 er vorðið víðari rásarúm til filmslistina.

- Føroyska filmslistarliga umhvørvið er virkið. Verkætlanirnar fevna víða og gerast eisini størri í vavi, og tí heitti eg í fíggjarlógarviðgerðini fyri 2021 á Løgtingið um at hækka stuðulin til filmslist, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum gleðist um, at áheitanin varð fylgd.

Tvær ferðir árliga ber til hjá filmsfólki at søkja stuðul til filmsverkætlanir, og ársins fyrsta freist er 1. februar. Hin freistin er 1. september.

Í september 2020 fingu ellivu filmsverkætlanir tilsamans 909.000 kr í stuðli.

Tá komu 30 umsóknir inn, og søkt var um tilsamans fýra milliónir krónur. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilm, stuttfilm, listarfilm og spælifilm.

 

Hesi ellivu fingu stuðul í september 2020:

Jón Hammer – 400.000 kr.

Torfinnur Jákupsson – 95.000 kr.

Elin Brimheim Heinesen – 90.000 kr.

Heiðrik á Heygum – 59.000 kr.

Deyvafelag Føroya – 55.000 kr.

Rannvá Jónsdóttir Johansen – 55.000 kr.

Julia í Kálvalíð – 55.000 kr.

Jónfinn Stenberg - 50.000 kr.

Beinta Haraldsen – 25.000 kr.

Terji Mohr – 15.000 kr.

Símun Ejler Berg – 10.000 kr.

 

Sjónvarpskrimirøðin TROM, sum hevur íblástur frá krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen, fekk 400.000 kr í stuðli til eftirframleiðslu. Tað er Torfinnur Jákupsson, sum skrivar handritið til røðina, og Jón Hammer framleiðir hana. Hetta var størsta játtan í hesum umfari.

Torfinnur Jákupsson fekk síðani 95.000 kr. til at menna handrit til sjónvarpssendirøðina Tinganes, ið tekur støði í politisku samtíðarskaldsøguni Vit, Føroya fólk frá 2019 eftir Bjørk Mariu Kunoy.

Elin Brimheim Heinesen fekk 90.000 kr. til arbeiðið við undanframleiðsluni av einum filmi, sum skal byggja á søguna Teodora eftir William Heinesen. Talan er um eitt psykologiskt drama, sum William Heinesen var ein meistari at lýsa – nakað, sum aldrin fer av móta, og sum talar til fólk í øllum aldrum.

 

Mynd: Trom, Kykmyndir v/ Jón Hammer. Ólavur Fredriksen/FaroePhoto eigur upprunamyndina, sum ThePeter hevur eftirviðgjørt.