02.03.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Japanski sendiharrin hittir landsstýrismannin

Japanski sendiharrin hittir landsstýrismannin

Í dag hevur japanski sendiharrin í Danmark, Manabu Miyagawa, hitt Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum.

Á fundinum vórðu felags áhugamál millum Føroyar og Japan umrødd, millum hesi handilsviðurskifti og mentanarligt samstarv.

Viðurskiftini millum Føroyar og Japan eru munandi styrkt seinastu árini. Tað hava verið fleiri sínámillum vitjanir og fundir við tí fyri eyga at økja um samstarvið landanna millum. Samgongan hevur eisini í samgonguskjalinum sett sær fyri at raðfesta samstarvið við Japan.

Umframt landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum, hitti japanski sendiharrin í Danmark millum annað eisini løgmann og Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, og vitjaði eisini á Glasi og á Setrinum.