23.06.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Jacqueline Lundgaard Benzon sett sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla

Jacqueline Lundgaard Benzon sett sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Jacqueline Lundgaard Benzon í starvið sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla. Jacqueline er 59 ára gomul og tók læraraprógv í 1993. Umframt ymisk eftirútbúgvingarskeið hevur hon tikið útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

Jacqueline hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og drúgvar leiðsluroyndir. Hon hevur verið varaskúlastjóri í Sandoyar Meginskúla síðan 2013 og hevur seinastu tvey skúlaárini starvast sum virkandi skúlastjóri. Eisini hevur hon røkt starvið sum skúlabókavørður í skúlabókasavninum í Sandoyar Meginskúla.

Jacqueline tekur við starvinum sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla tann 1. august 2021.