12.09.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

ÍSF fingið góðkenning sum dopingeftirlit

ÍSF fingið góðkenning sum dopingeftirlit

Í vikuni fekk Ítróttasamband Føroya góðkenning sum dopingeftirlit í Føroyum. Felagsskapurin skal hava eftirlit við og arbeiða fyri, at doping ikki fer fram í skipaðum føroyskum ítrótti.

Uppgávurnar hjá felagsskapinum eru m.a. ásettar í lóggávu um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti og fevna eitt um at taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum:

at melda og leggja fram mál um doping

at kunna um doping

at luttaka í altjóða arbeiði til tess at fyribyrgja doping, og

at ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið at fyribyrgja doping.