07.11.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Íblástrarvitjan til lista- og mentanardepilin

Í sambandi við arbeiðið at skipa Hoydalar, sum lista- og mentanardepil, hevði Rigmor Dam, landsstýrikvinna í mentamálum, undir Norðurlandaráðsfundinum í Oslo herfyri høvi at vitja í mentanarhúsinum Sentralen í Oslo. Martin Eia-Revheim, stjóri, tók ímóti henni, vísti runt og greiddi frá áhugaverda virkseminum, sum stutt sagt snúði seg um at leggja vanligt bankavirksemi niður og í staðin fara undir íverksetaravirksemi við einum hugskotsbanka sum aðalmáli.

Søgan um Sentralen er í stuttum tann, at upprunaliga lógu tveir bygningar tætt saman mitt í Oslo. Annað var ein banki, Christiania Sparebank, stovnaður 1822, og hitt var ein handilsbygningur. Bankin, sum leingi var størsti banki í Noregi, hevði fyrst og fremst eitt sosialt endamál við einum tilboði til arbeiðarastættina. Stórir partar av yvirskoti bankans vórðu brúktir til sosialar verkætlanir í høvuðsstaðnum, Oslo, so sum at fíggja raksturin av Slottinum, Stórtinginum, Universitetinum, Børsen, og Norges Bank. Bankin víðkaði um búgvið og flutti aðrastaðni við bankavirksemi sínum. Síðan varð upprættaður ein stovnur á gamla bústaðnum, sum, ímóti gjaldi, skuldi skapa karmar, soleiðis at persónar og feløg av øllum handa slag kundu húsast her, at húsið kundi gerast ein miðstøð fyri tey, ið arbeiða við list og mentan – ein veruligur Sentralur.

Fyrireikingarnar byrjaðu í 2007, tá ið en grunnur undir stovnan keypti báðar bygningarnar og fór undir at umvæla, byggja um og samanbyggja teir.

Sjálvt virksemið hjá Sentralen byrjaði sum ein royndarverkætlan í 2009. Í 2011 var Martin Eia-Revheim settur at reka húsið og menna verkætlanina, og í 2016 læt Sentralen alment upp. Húsið er opið frá kl. 06-24 hvønn dag í vikuni, og har starvast 14 fólk.

Í húsinum húsast í miðal 350 fólk um dagin, býtt sundur á eini 150 ymisk feløg. Øll gjalda leigu. Í húsinum eru millum annað seks salir, ymiskir til støddar, teir verða brúktir til dømis til kórvenjingar, framførslur, leiklistarvenjingar, filmframførslur, og fyrilestrar av ymiskum slag. Harumframt eru nógv smærri fundarrúm, skrivstovurúm og eisini ein stór matstova, sum er útveitt til onnur at reka. Stovnurin, Sentralen, rekur samlaðu verkætlanina, men leigararnir arbeiða heilt sjálvstøðugt.

Martin Eia-Revheim segði, at við at leggja virksemið soleiðis til rættis, avspeglar tað, at brúkarin fær stabilitet í sítt virksemi, samstundis sum tey, sum stovnur, tola eitt sindur av óvissu. Hetta tykist vera ein góð arbeiðsætlan, sum fríyrkislista- og mentafólkum dámar væl. Tey, sum brúka húsið eru mentanar- og listafólk øðrumegin og íverksetarar hinumegin - umleið helvt um helvt, og húsið verður brúkt bæði til mentanarlig tiltøk og til tiltøk av meiri sosialum slag.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur, at áhugaverda vitjanin á Sentralen, hevur sannført hana um, at tað var eitt rætt val, at lata Hoydalar upp í hendurnar á lista- og mentafólkum at reka í framtíðin

- Vit skulu bara finna okkara egna stev, og tað fara vit eisini at gera.

Tey, sum vilja lesa meira um Sentralen, kunnu hyggja her www.sentralen.no

Mynd: Rigmor Dam, landsstýrikvinna í mentamálum á Sentralen í Oslo saman við leiðaranum fyri húsið, Martin Eia-Revheim.

Við Rigmor á vitjanini á Sentralen vóru Gunn Hernes, nýggi, norski stjórin í Norðurlandahúsinum, og Martin Næs, leiðari á Mentanardeildini á Mentamálaráðnum