05.07.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Hvalastøðin við Áir latin upp

Í dag kl 15 var alment hátíðarhald á Hvalastøðini við Áir, tí savnið nú lat upp fyri almenninginum.

Ætlanin er, at tað verður opið hvønn fríggjadag frá kl 10-16 í summar - inntil 30. august.

Bygningarnir eru nú umvældir, og komandi árini verða fleiri ábøtur so líðandi gjørdar.

Av tí, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av savnsøkinum, er á Gibraltar til oyggjaleikir, var tað í hansara stað Óluva Klettskarð, ið er forkvinna í Mentanarnevndini í løgtinginum, sum helt røðu við Áir í dag.

Røðan kann lesast her.