29.01.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

- Hetta var lívsjáttandi!

- Hetta var lívsjáttandi!

Tað var fyrsta útsøgnin hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, sum í morgun var boðin á vitjan hjá Nám X í Havn. Nám X er samlaða tilboðið til 10. floks næmingar í Tórshavnar Kommunu, og landsstýrismaðurin heilsaði har uppá næmingarnar og fekk eitt innlit í virksemið

Tíðindi

Bjarni Djurholm, ið er varaskúlastjóri í Eysturskúlanum og tekur sær av Nám X burturav, tók ímóti og vísti landsstýrismanninum, Jenisi av Rana, og Helenu Dam á Neystabø, ið er deildarstjóri á Útbúgvingardeildini á Mentamálaráðnum, runt í hølunum.

Vitjað var á tónleikabreytini, har tey undir leiðslu av Paula Hansen, lærara, framførdu kenda lagið “Hold the line” hjá Toto. Landsstýrismaðurin var ovfarin av evnunum hjá teimum ungu, og heitti á tey um at halda á við tónleikinum. 

Síðani vitjaði hann á Kostbreytini, har angin av kaneli breiddi seg og nýbakaðu køkurnar vóru tiknar úr ovnunum, á Sniðbreytini, har genturnar fingust við at seyma, binda og tekna mynstur.

Síðani varð hann vístur runt á Handverksbreytini, har næmingarnir millum annað árliga smíða tríggjar skúrar, ið verða seldir. Rundvísingin endaði á Sjóvinnubreytini, har næmingarnir eftir lokið skúlaár fáa prógv til bæði trygdarskeið, frítíðarsiglara og speedbátsprógv upp til 20 tons.
Á øllum breytunum fekk landsstýrismaðurin høvi at heilsa uppá og práta við tey ungu, sum lurtaðu og greiddu frá tí, tey fingust við.

At enda greiddu Bjarni Djurholm og Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum frá um, hvussu tilboðið er skipað, og endamálinum, ið er at geva teimum ungu eitt ár at búnast og mennast sosialt, eins væl og fakliga innan tey økini, ið hugurin stendur til – veri tað seg innan skapandi ella handaligt arbeiði, tónleik, ítrótt, miðlar ella annað.

-Tað var ein góð uppliving at vera saman við teimum ungu í morgun, og at síggja hvussu evnarík og hugagóð tey eru. Tað er týðiligt, at tey trívast við tað, tey gera har. Eg fegnist eisini um at hoyra, hvussu lítil samlaða fráveran var – serliga tá vit vita, at júst hesin aldursbólkurin kann vera trekur at fáa í skúla. Hetta var ein av teimum meiri lívsjáttandi og positivu upplivingunum, segði Jenis av Rana.

Á Nám X ganga í løtuni 145 næmingar.