31.10.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Hetta var framúr!

- Tað er fantastiskt! Vit høvdu eina góða kenslu, tá vit fóru til handanina, tí vit høvdu so mikið sterkar tilnevningar í øllum bólkunum. Tað ger meg ómetaliga erna – bæði sum føroying og sum landsstýriskvinnu í mentamálum, at vit fámentu føroyingar megna at kappast á sama støði sum hini stóru Norðurlondini, tá um list, mentan og umhvørvi ræður, sigur Rigmor Dam, landsstýrikvinna í Mentamálum, sum var til virðislønahandanina í Oslo í gjárkvøldið.

- At tað so bleiv Bárður Oskarsson, ið vann, er so sera uppiborið. Tað er eisini stuttligt, at ein føroysk barnabók skuldi vinna í ár, nú vit hava ár fyri málmenning hjá børnum. Og grundgevingin fangaði veruliga serliga skrivingarháttin og huglagið í bókunum hjá Bárði.

Í grundgevingini stendur millum annað, at høvundurin torir at taka sær ta tíðina, tað tekur, at siga eina søgu, umframt at hann fær lesaran at undrast og hugsa sjálvstøðugt. Hesin eginleikin stendur sum ein góð andsøgn til tíðarandan, nú alt skal ganga so skjótt.

- Niels Jákup Thomsen á Bókaforlagi Føroya Lærarafelags, sum tók ímóti virðislønini fyri Bárð, rakti eisini seymin á høvdið, tá hann greiddi frá, hvønn týdning ein slík virðisløn hevur fyri at seta Føroyar á heimskortið.

Í dag er Rigmor Dam aftur á fundi við hinar Norðurlendsku ráðharrarnar, men hon sigur, at handanin í gjárkvøldið eyðsæð eisini merkir dagin í dag.

- Her tosa øll bara um, hvussu londini í útnorði gjørdu bart og vórðu stórvinnarar á Virðislønahandanini hjá Norðurlandaráðnum í gjár. Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg vunnu jú alt, sum var at vinna. Og eg merki í dag, at virðislønin hjá Bárði hevur økt um áhugan fyri Føroyum, føroyskum bókmentum og føroyskari mentan, sum heild, sigur Rigmor Dam landstýriskvinna í mentamálum úr Olso.

Á myndini síggjast Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið tók ímóti virðislønini fyri Bárð Oskarsson, og Rigmor Dam, landsstýrikvinna í Mentamálum, í Operuni í Olso eftir handanina í gjár.