23.04.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Heimsins mentamálaráðharrar á fundi um avleiðingar av koronakreppuni

Í gjár var Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, á stórum netfundi saman við 130 av heimsins mentamálaráðharrum. Tað var UNESCO, sum er ST-stovnurin fyri útbúgving, vísind, mentan og samskifti, ið skipaði fyri fundinum.

Endamálið við fundinum var at umrøða, hvørjar avleiðingar koronakreppan hevur fyri mentanarlívið og list í teimum ymsu londunum, og hvat londini gera fyri at bøta um hesar avleiðingarnar.

Kring allan heim eru mentanarstovnar og fornminni stongd, og tiltøk og festivalar eru avlýst. Hetta hevur við sær, at listafólk, fyriskiparar og onnur starvsfólk hava mist stóran part av inntøkugrundarlagnum.

“Landsstýrið hevur longu tikið stig til at veita fíggarligan stuðul til vinnulív og starvsfólk, ið eru rakt at kreppuni, og komandi tíðina verður mett um, um tiltøkini skulu víðkast til at fevna um aðrar móttakarar á lista- og mentanarøkinum”, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Á fundinum í gjár kom fram, hvussu stóran týdning mentan og list hava fyri trivnaðin í einum samfelag. Fleiri lond vístu á, at skipað verður fyri fíggjarligum stuðli til mentanarstovnar, smærri virki og sjálvstøðug listafólk, ið eru rakt fíggjarliga av koronakreppuni.

Eisini vórðu nýggju talgildu pallarnir umrøddir. Kring allan heim hava í hópatali av konsertum, sangløtum og øðrum tiltøkum verið á netinum orsakað av íkomnu støðuni, og í tí sambandi varð eisini komið inn á týdningin av, at upphavsrætturin hjá listafólkum verður virdur.

Í endanum av røðu síni nevndi landsstýrismaðurin eisini, at arbeitt verður við at fáa føroyskt á Google Translate.