Ætlanin at lata Tjóðsavnið flyta í Hoydalar verður løgd fram á almennum tiltaki, sum verður í Auluni í gamla Studentaskúlanum í Hoydølum, Sanatoriuvegur 11, hóskvøldið 11. desember kl. 19.
Við at leggja Tjóðsavnið í Hoydølum verður søguliga økið varðveitt og miðlað, og upprunaligu dygdirnar í økinum kunnu koma okkum øllum til gagns. Friðaðu bygningarnir, sum hoyra til Sanatoriið, studentaskúlabygningurin og friðaða økið í Hoydølum kunnu gerast einastandandi karmur um fjølbroytta virksemið hjá Tjóðsavninum.
Við heildarætlanini kann Tjóðsavnið styrkja sítt virksemi úteftir, til gagns fyri dagstovnar, skúlaflokkar, ferðafólk og fólkið í Føroyum. Fyri friðaðu bygningarnar er tað ein stórur fyrimunur, at teir verða settir í stand og varðveittir.
Sambandið við frílendið á Boðanesi og niðan gjøgnum niðaru, mið og ovaru Hoydalar, eins og sambandið við Hoyvík og útisavnið við urtagørðum, bóndagarði og neysti, eru týðandi liðir í virkseminum hjá Tjóðsavninum, og gera staðsetingina einastandandi fyri eitt nútímans tjóðsavn fyri náttúru og mentan.
Á tiltakinum verða framløgur og framsýning um heildarætlanina, um sanatoriutíðina, friðaðu bygningarnar, sambandið við frílendisætlanina í økinum og um varðveitingarmiðstøðina hjá Tjóðsavninum innan Glyvur.
Tað eru Uttanríkis- og mentamálaráðið, Tjóðsavnið og Landsverk, sum í felag skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.