28.03.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Háskúlin í Sandoynni fingið grønt ljós

Háskúlin í Sandoynni fingið grønt ljós

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, hevur góðkent virksemið hjá Háskúlanum í Sandoynni sum eina royndarskipan í 2019.

Tað merkir, at Háskúlin í Sandoynni nú kann fara undir at skipa háskúlaskeið, sum hava eina samanrenning ímillum evnini matlist, tilfeingi, náttúru og náttúrunýtslu.

Í umsóknini til Mentamálaráðið vísti stýrið fyri Háskúlan á Sandi á, at háskúlaformurin, sum er tann frælsasti skúlaformurin, er serliga vælegnaður til hesa samanrenningina millum matlist, handverk og lívfrøði. Harumframt seta tey sær fyri, at Háskúlin í Sandoynni frá byrjan vera nýhugsandi og hava høgt støði og taka hinar norðurlendsku mentaninar uppí sítt virki.  

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, sum hevur skrivað undir játtandi svar til stýrið fyri háskúlan, fegnast um tilboðið.

- Tað er gott, at vit støðugt arbeiða ímóti at fjøltátta skúla- og undirvísingartilboðini kring landið. Og at grunda nýggj skúlatilboð á lokalu servitanina er framúr. »Veltan« hevur veruliga brotið upp úr nýggjum á so nógvum økjum, og hetta er ein sera spennandi útbygging av verandi virksemi, sum eisini kann leiða til nýggjar vinnuvegir og nýggja vitan innan vistgrøði í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan.

Stýrið fyri háskúlan á Sandi vísir sjálvt á møguleikan at samstarva við eitt nú Setrið um vitan og um at gera royndir, soleiðis, at tað seinni kann fara at bera til at stovnseta hægri útbúgvingar innan økið. Ein annar møguleiki er, at skúlin í Sandoynni samstarvar við Føroya Fólkaháskúla og Ítróttarháskúlan í Suðuroy, so allir tríggir háskúlarnir kunnu bjóða sínum næmingum umbýtisskipanir og vitjanir.

 - Vit hava sett 1 millión av til virksemið í 2019, soleiðis, at háskúlin í Sandoynni fær møguleika at gera nakrar royndir í ár. Hesar kunnu so verða grundarlag undir at skipa ein fastan landbúnaðarháskúla í Sandoynni, sum kann virka alt árið og hava høvuðsdent á matvørutilfeingi, dyrking, framleiðslu og gróður í føroysku náttúruni. Vit hava hartil lagt dent á, at skúlin eisini eigur at leggja áherðslu á sjálvbjargni við atliti at rávørum og tilgerð, matsiðir, matlist og matgóðsku, sigur Hanna Jensen.

Umframt landbúnaðin verður dentur eisini lagdur á føroyskt mál, siðmenning og føroyska mentan, sum jú er bulurin í háskúlaskipanini, og sum tí eigur at vera ein sameindur partur av virkseminum hjá øllum háskúlum.

Á myndini síggjast Katrin Petersen, sum umboð fyri stýrið á nýggja háskúlanum, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum.