26.02.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Hanna Jensen tekur við sum rektari mánadagin

Hanna Jensen tekur við sum rektari mánadagin

Seinnapartin í gjár, hósdagin 25. februar, var Hanna Jensen, ið mánadagin tekur við rektarastarvinum í Miðnám á Kambsdali, á fundi við landsstýrismannin, Jenis av Rana.

Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Eisini er hon væl áleiðis við eini MA í vegleiðing, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.

Jenis av Rana avloysti Honnu Jensen í landsstýrisessinum eftir seinasta løgtingsval - og á Kambsdali skifta nú nýggi rektarin, Hanna Jensen, og fráfarandi rektarin, Páll Isholm, um skrivstovu, tí hann heldur fram at undirvísa á skúlanum.

Prátið í gjár var óformelt og snúði seg í høvuðsheitum um at ynskja Honnu Jensen blíðan byr í starvinum og frætta um hennara ætlanir við skúlanum.