31.08.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Handasporið eftir ommu - Røða hildin á Mentanardøgum í Fuglafirði 30.08.18

Handasporið eftir ommu - Røða hildin á Mentanardøgum í Fuglafirði 30.08.18

Í hesum døgum eru mentanardagar í Fuglafirði undir yvirskriftini "Spor".

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti mentanardagarnar hósdagin 30.08.18. Eisini handaði hon vinnarunum av teknikappingini, sum Fuglafjarðar Bókasavn hevði útskrivað til høvið, vinningarnar.

Vinnararnir í skúlaaldri vóru Henny Vík og Lilja Lassaberg, og undir skúlaaldri vann Lisa José Dos Santos. Fyri heiðursmynd sína vann Sofía Øregaard.

Setanarrøðan hjá landsstýrikvinnuni var eisini spunnin um evnið Spor:

Í teirri smølu smoguni, sum leiðir gongufólk millum Rættará og Skálatrøð í Havn, er ein so vøkur hvítkálkað grund. Um tú veist, hvar tú skalt leita, hómar tú innanfyri hvíta kálkið eina lítla barnahond – í barnahædd – sum er trýst inn í betongið.

 Omma mín vaks upp í umhvørvinum á Skálatrøð í Havn, og her hava vit báðar stigið mangt sporið – peikandi og prátandi.

 Eg við míni lítlu barnahond í hennara rukkutu, bleytu.

Einaferð, tá vit báðar fóru oman á Skálatrøð ígjøgum smølu smoguna, peikaði hon mær á hetta avtrykkið av tí lítlu barnahondini, sum sást í sementinum innanfyri hvíta kálkið.

les alla røðuna her