02.03.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Handan av vinningi til Føroya besta handverkslærling

Handan av vinningi til Føroya besta handverkslærling

Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, í sambandi við at hon handaði steypini til FM fyri handverkslærlingar, sum var á Torginum í SMS dagarnar 28. februar og 1. mars. Sjálv handanin var fríggjadagin 1. mars kl 17.00. 

Góðu luttakarar Í FM fyri handverkslærlingar.

Góðu áhoyrarar.


Kendi og vísi munkurin, Frans av Asisi, segði soleiðis:

“Hann, sum arbeiðir við sínum hondum er ein arbeisðmaður

Hann, sum arbeiðir við sínum honum og sínum høvdi, er ein handverkari

Hann, sum arbeiðir við sínum honum, sínum høvdi og við hjartanum, er ein listamaður”

Tað er mær ein heiður at fáa loyvi at handa steyp til Føroya besta handverkslærling í sínum yrki í 2019 her í dag.

At luttaka í eini kapping er altíð spennandi – og mennandi. Bæði fyri einstaka luttakaran, men í hesum føri eisini fyri handverkið, tí tað er í kappingini, vit øll royna okkara allarbesta, og framstig verða gjørd.

At fylgja við eini kapping er eisini spennandi, og gevur áhugaðum møguleika at læra nakað nýtt. Tit, sum hava tikið lut í kappingini hesar dagarnar, hava arbeitt undir stórum trýsti. Samstundis hava tit givið okkum øðrum møguleika at síggja ein lítlan part av tí, sum tykkara handverk inniheldur, og tað er áhugvert.  Stóra takk fyri tað!

Vit hava brúk fyri tykkum og tykkara handverki, og okkara samfelag tørvar fleiri sum tykkum. Tit eru fyrimyndir hjá okkum øllum, og eg ivist ikki í, at fleiri børn og ung, sum hava havt møguleika at fylgja tykkara arbeiði hesar dagarnar, hava fingið íblástur og hug til at læra meira um júst tykkara handverk.

Hetta er eitt av endamálunum við FM fyri handverkslærlingar, og eg vil nýta høvi at takka fyrireikarunum fyri at hava fingið kappingina í lag, og á henda hátt at varpa ljós á handverkið og á yrkisútbúgvingarnar.

Mín vón er, at øll tit, sum hava luttikið í hesum FM, hava havt eina góða uppliving. Eg havi sæð tykkum mitt í verkinum her. Eg veit, at tit hava arbeitt bæði við hondum, høvdi og hjarta!

Tit kunnu sanniliga vera errin av luttøku tykkara, og eg ivist onga løtu í, at boð verða eftir tykkum á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini. Hjartaliga takk fyri.

Landsstýriskvinnan handaði síðan steyp til Føroya besta handverkslærling í:

Timbur

El

Hárfríðkan

Sí leinki, har tað framgongur, hvørjir vinnararnir eru.