09.08.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Grønlendsk ráðharravitjan

Grønlendsk ráðharravitjan
1 / 6

Peter P. Olsen, grønlendski landsstýrismaðurin í útbúgvingar-, mentanar-, ítróttar- og kirkjumálum hevur saman við embætisfólki verið á vitjan í Føroyum í døgunum 3. til 5. august.

Endamálið við ferðini var at seta seg inn í føroysk viðurskifti til tess at fáa íblástur til politiska arbeiði í Grønlandi.

Lagt var út við einum fundi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, har Jenis av Rana, landsstýrismaður greiddi frá politisku og samfelagsligu støðuni í Føroyum og grønlendska sendinevndin fekk eina yvirskipaða frágreiðing um, hvussu  vit hava skipað okkara viðurskifti fyri børn og ung í Føroyum.

Á ferðini vitjaði ráðharrin á øllum maretimu skúlunum: Vinnuháskúlanum, Brandskúlanum og Sjónám. Grønlendingar eru sera áhugaðir í at fáa eitt tætt samstarv við føroyingar, fyri at menna maretimu útbúgvingarnar heima.

Vitjað varð í nýggju skúlabygningunum í Marknagili: Glasir, Skúlin á Fløtum og Musikkskúlanum har stjórarnir vístu fram og greiddu frá virkseminum. Eisini varð vitjað á Tekniska skúla í Klaksvík og Miðnám í Kambsdali. Á Kambsdali møtti ráðharrin trimum næmingum frá norðuratlantiska studentaflokkinum, sum hevur næmingar úr Grønlandi, Føroyum, Danmark og Íslandi.  

ÍSF tók sær av parti av vitjanini, sum eisini umfataði ein túr til Runavíkar, at síggja umstøðurnar fyri ítrótti og ungdómsarbeiði í kommununi. ÍSF vísti eisini fram umstøðurnar fyri ítrótti í Havn. Grønlendski ráðharrin, Peter P. Olsen er sjálvur royndur ítróttarmaður og hevur verið meistari í Taekwondo. Ætlanin er at styrkja sambandi millum grønlendskan og føroyskan ítrótt

Á ferðini í Klaksvík var farið inn á gólvið í Christianskirkjuni, har grønlendska fylgið fekk frágreiðing um kirkjuna og reliefini hjá Edward Fuglø í kirkjukallaranum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum fegnast um, at grønlendski starvsbróðurin hevur verið í Føroyum á vitjan og semja er um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Grønland á øllum økjum.

(Fleiri myndir síggjast við at trýsta á myndina)