27.05.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Gongur rætta vegin við happing í fólkaskúlanum

Fyri løtu síðani var ein stór kanning um happing og trivnað í føroyska fólkaskúlanum løgd fram - og fleiri tilmæli vóru somuleiðis handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen.

Nýggja kanningin vísir, at tað gongur rætta vegin, tí tað eru í dag færri næmingar, sum siga seg vera fyri happing, enn í hinum báðnum kanningunum, sum eru gjørdar í Føroyum.

Í 2007 søgdu 15% seg vera fyri happing. Í 2015 var talið komið niður á 13% - og feska kanningin vísir, at tað í dag eru 11%, sum kenna seg happað.

Trivnaðurin í fólkaskúlanum er øktur samsvarandi batanum við happing. Í 2015 vóru tað 82% av næmingunum, sum trivust væl, meðan talið í dag er 84%.

Hóast happingin samanlagt er minkað, og trivnaðurin hjá næmingunum er øktur, vísa tølini, at millum ein triðingur og ein helvt av næmingunum kortini uppliva happing á onkran hátt. Í onkrum førum er stórur munur millum gentur og dreingir og í onkrum føri millum floksstig.

Kanningin bendir hartil á, at tað er munur millum stóru og smáu skúlarnar, tí tað verður minni happað í stóru skúlunum. Mesta happing fer fram í fríkorterinum og tað at flenna, kalla, slatra og útihýsa er mest útbreitt.

Umframt at seta sjóneykuna á happing og at samanbera úrslitini við fyrru kanningarnar, verður eisini spurt um happing á netinum. Hetta vísir seg eisini vera ein trupulleiki, sum lutfalsliga er á sama støði, sum í okkara grannalondum. Hjá gentunum snýr happingin á netinum seg serliga um persónliga niðurgering, meðan dreingirnir í størri mun kenna seg útihýstar frá bólkum og spølum á netinum.

Sum heild vísir kanningin tó, at tey átøk, ið eru framd til tess at minka um happing, hava munað, kanska serliga tí ljós verður varpað á happing sum fyribrigdi.

Tí verður mælt til, at tað áhaldandi og miðvíst verður arbeitt við at fyribyrgja happing og tryggja øllum næmingum virðiligan og virknan lut í felagsskapinum í fólkaskúlanum.

Millum annað verður mælt til at:

  • Trivnaðarætlan skúlans skal hava serskilda anti-happi ætlan, sum tekur við alt skúlaumhvørvi hjá næminginum.
  • Fríkorterini skulu endurhugsast, soleiðis at størri tryggleiki kemur inn í óformligu skúlatíðina. Fleiri vaksin skulu luttaka í fríkorterinum, og vera til taks hjá næmingunum.
  • Næmingaráð skulu stovnast í øllum skúlum.
  • Serstøk námsætlan fyri trivnað skal gerast.
  • Læringsumhvørvið og sálarliga heilsan hjá øllum í skúlanum skulu raðfestast.

  • Anti-happingardagur verður á hvørjum ári tann 4. mai. Hesin dagur verður hildin í nógvum londum.
  • Trivnaðarkanningar skulu gerast á hvørjum ári saman við landsroyndunum.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, er fegin um kanningina.

- Tað er gleðiligt, at so stórur partur av næmingunum ikki er partur av happing yvirhøvur – hvørki sum happarar ella tey, sum verða happað. Og tølini fyri trivnaði eru eisini góð og gleðilig. Hinvegin eiga vit ikki at gloyma tey 11%, sum verða happað. Hetta talið skal takast í størsta álvara, og vit eiga at streingja á fyri at minka enn meiri um hetta talið, sigur Hanna Jensen.

Hon heldur, at okkurt av tilmælunum er upplagt at seta í verk alt fyri eitt – til dømis árligi happingardagurin 4. mai, sum er eitt stórt og sjónligt tiltak. Og so er tað okkurt tilmæli, sum hevur sera stóran týdning, men sum kanska krevur meiri arbeiði og vitan fyri at fáa í lag – til dømis hvussu vit tryggja og raðfesta eitt gott sálarligt umhvørvi í skúlunum fyri bæði næmingar og lærarar.

Tilsamans 2020 næmingar - ella 89,5% av næmingunum í 5., 7. og 9. flokki svaraðu spurnablaðnum.

Tað eru Katrin av Kák, Olga Biskopstø og Erla Olsen á Fróðskaparsetrinum, sum hava gjørt kanningina fyri Mentamálaráðið. Endamálið var í fyrsta lagi at fáa dagførda vitan um happing í føroysku skúlunum, og í øðrum lagi at kanna, um tiltøkini, sum seinastu árini eru sett í verk fyri at mótarbeiða happing, hava munað.

Øll frágreiðingin og tilmælini kunnu lesast HER