22.10.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Fyrsti fundur í felagsnevndini um luttøku í ES-samstarvsskráum

Fyrsti fundur í felagsnevndini um luttøku í ES-samstarvsskráum

Fyrsti felagsnevndarfundurin millum Føroyar og ES undir nýggja sáttmálanum um føroyska luttøku í ES-skráum varð hildin í Tórshavn hin 18. oktober 2022. Fundurin varð hildin undir felags leiðslu av Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Anne Haglund-Morrissey, næstforkvinnu í Horizon Europe atlimadeildini á aðalskrivstovuni fyri gransking og nýskapan hjá ES-nevndini. Vertur fyri fundinum var Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Føroysku umboðini gjørdu vart við týdningin av nýggja fjøltáttaða samstarvssáttmálanum, sum hevur tryggjað framhaldandi føroyskan atlimaskap í ES-skránni fyri gransking og nýskapan og slóðað fyri føroyskari luttøku í øðrum ES-skráum. Atlimaskapur í Horizon Europe er mettur sum avgerandi liður í at menna samstarvið við ES.

Umboðini fyri ES løgdu dent á væl eydnaða atlimaskapin, sum Føroyar hava havt í evropiskum granskingar- og nýskapanarskráum síðan 2010. Tey róstu góðu úrslitunum frá føroysku luttøkuni í Horizon Europe higartil og váttaðu, at ES áhaldandi vil stuðla og hjálpa føroyskari gransking og nýskapan við kunning um komandi Horizon Europe útboð.

Partarnir gjørdu eina støðumeting av føroysku luttøkuni í Horizon 2020 og umrøddu ymiskt, ið vit hava lært seinastu árini, til dømis hvussu stórt virði luttøka í evropiskari gransking og nýskapan hevur í sær sjálvum og at hon hevur stóra ávirkan á føroyska gransking og nýskapan.

Trivið varð í avgerandi leiklutin hjá føroyskari havgransking í Norðuratlantshavi og Arktis og í hesum sambandi varð nýggi arktiski politikkurin hjá Landsstýrinum tikin fram. ES-umboðini mettu føroyska politikkin at vera í góðum samsvari við arktiska politikkin hjá ES. ES-umboðini løgdu síðan fram dagsskránna fyri politikkin á evropiska granskingarøkinum, dagsskránna fyri evropiska nýskapan og evropisku altjóða tilgongdina til gransking og nýskapan. Í hesum sambandi bjóðaðu tey Føroyum at luttaka í viðkomandi virksemi.

Við okkara stødd og staðseting í huga viðurkendu partarnir týdningin av, at Føroyar vanda sær um, hvørjum vit luttaka í og velja viðkomandi øki, sum til dømis havið og Arktis, hóast góðir møguleikar framvegis eru fyri altjóða samstarvi og samvirkan á øðrum økjum.

Meginreglan um sínámillum møguleikar og atgongd til gransking og stuðul millum lond varð umrødd við støði í upplýsingum frá nýútgivnu javnstøðuætlanini hjá Granskingarráðnum. Harumframt umrøddu partarnir føroyskan politikk og átøk til frama fyri gransking og nýskapan í Føroyum og møguleikar fyri føroyskari luttøku í sonevndu Missions and Partnerships.

At enda, í sambandi við fjøltáttaða samstarvssáttmálan, umrøddu partarnir føroyska áhugan fyri at luttaka í Erasmus+ og Creative Europe og hvussu farast skal fram í hesum sambandi.

Text in English.

Mynd frá vinstru: Kristianna Sjóvará, Annika Sølvará, Elisabeth F. Rasmussen, Poul Geert Hansen, Anne Haglund-Morrissey, Katarzyna Zelichowska, Elin Mortensen, Maria Húsgarð, Rósa Heinesen.