17.09.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Frítt val á øllum hillum - røða til Markleysa Útbúgving 2018

Hósdagin í farnu viku var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, til tiltakið Markleys Útbúgving, har hon byrjaði dagin við at røða til tey ungu.

Hon segði soleiðis:

Góðan morgun tit øll.

Eg fari at byrja við at siga tykkum eina søgu.

Tað var einaferð, tá eg sum lítil smágenta fór í býin við mammu og babba á ólavsøku.

Eg var øgiliga spent, tí vit skuldu fara í tombola.

Vit gingu yvir ímóti básunum, sum lýstu so ævintýrakent í skýmingini. Og longu langt burturfrá sá eg allar teir glæsiligu vinningarnar á ovastu hill.

Við aðrari hondini leiddi eg mammu og í hinari helt eg fast um pengapungin. Í honum vóru pengar, sum eg hevði fingið frá foreldrunum at brúka í tivolinum – millum annað tombolabásinum.

Eg keypti 5 seðlar - og eg helt ondini, meðan eg varliga pakkaði út.

NITTE stóð á tí fyrsta. Eg pakkaði so varliga tann næsta út. Aftur NITTE. Triði seðilin var aftur ein NITTA – og tað sama var tann fjórði.

Tá eg lat seinasta seðilin upp, var eg ikki longur serliga glað. Eg var kedd og skuffað, og eg hevði mist mótið, tá eg aftur hugdi upp á teir vøkru vinningarnar á hillunum. Eg ynskti mær alt, sum eg sá. Men nú var vónin horvin um, at eg yvirhøvur fór at fáa nakað.

Eg giti, at tit kenna kensluna. Øll sum hava keypt tombolaseðlar hava fingið nittu-seðlar. Og øll hava upplivað skuffilsið, sum fylgir við. Tí man hevur altíð eina vón um, at man fer at vinna.

Tá eg rullaði tann seinasta seðilin sundur, stóðu nógvir stórir bókstavir at lesa á.

“FRIT VALG PÅ ALLE HYLDER” las babba hart, og eg sá hvussu ovfarin og glaður hann var.

-Tú kanst velja tað, sum tú vilt. Akkurát tað, sum tú vilt. Av øllum hillum.

Eg trúði tí næstan ikki. Tað var fantastiskt!

***

Og nú fari eg at spola fram til í dag. Til hetta tiltakið, sum eitur Markleys Útbúgving. Útbúgving uttan nakað mark. Tit – vøkru, gløggu, ungu fólk – hava eisini frítt val á øllum hillum. Tit kunnu velja tað, sum tit vilja.

Og tað er ótrúliga stórt.

Tit koma í dag yvir ímóti tombolabásinum og hyggja inn á vøkru hillarnar, har allar útbúgvingarnar skyggja bjart.

Munurin á míni ólavsøkuuppliving og tykkara uppliving í dag er kortini, at tit vita – tit vita! – at tit longu hava fingið tann seðilin, sum sigur “FRÌTT VAL Á ØLLUM HILLUM” Øll inni her fáa tann seðilin. Tit fáa øll somu møguleikar, hava tit hug og hegni.

Og eg hugsi at greiða tykkum at sindur frá hesum vinnandi seðlinum, sum tit øll hava fingið.

Tí í øgiliga nógvum londum fáa ungfólk, sum tit, nittuseðlar, tá tað kemur til útbúgving. Faktiskt í meginpartinum av heiminum.

Sambært UNESCO eru tað 263 milliónir børn í heiminum, sum ikki sleppa at ganga í fólkaskúla og gera 10. flokk lidnan.

263 MILLIÓNIR børn!

Og tá eru vit ikki eingang komin til miðnám. Og enn minni til hægri lesnað. Talið av ungum, sum ikki sleppa at fáa útbúgving er óhugnaliga høgt.

Og hví sleppa tey so ikki tað?

Jú, summi mugu hjálpa foreldrunum at arbeiða. Nógv sleppa ikki, tí tær eru gentur. Fyri onnur er vegurin í skúla ov langur – men fyri tey allar flestu er forðingin tann, at foreldrini ikki hava ráð at rinda fyri skúlan.

Tey hava ikki ráð til skúla og útbúgving.

Men her sita tit. Við hvør sínum vinnaraseðli. Og tit hava nokk ongantíð hugsað um, at tað kostar – ella hvussu nógv tað kostar – at tit kunnu fáa hesi góðu korini.

Um vit leggja kostnaðin av øllum tilboðunum saman, sum TÚ, sum situr her í dag, hevur fingið frá kommunum og landi: dagstovn í seks ár, fólkaskúla í 7 ár, framhaldsdeild í 3 ár, miðnám í 3 ár og til dømis eina miðallanga útbúgving á setrinum, so kostar tað fyri hvønn einasta av tykkum í minsta lagi: 2,2 milliónir krónur.

kostar minst 2,2 milliónir krónur. Og tað er, um tú fært eina miðallanga útbúgving á 4 ár.

Tit eru 600 lesandi inni her í dag. 2,2 milliónir faldað við 600 lesandi gevur eina íløgu á yvir eina milliard krónur. Tað er umleið tað, sum tit hava og koma at kosta, inntil tit eru liðugt útbúgvin.

Men tit koma allíkavæl her í dag at hoyra um markleysar útbúgvingar - uttan at halda fast um pengapungin.

Tit verða ikki biðin um at rinda.

Við øðrum orðum sleppa tit at velja frítt av øllum hillum, tí at politikararnir í Føroyum eru samdir um at siga: HEY – vit vilja investera í tykkum.

Og tí at øll, sum arbeiða og rinda skatt í Føroyum siga: HEY, vit vilja gjarna betala fyri tykkum! Fyri at tit kunnu sleppa í skúla og fáa eina útbúgving og fylgja tykkara dreymum og gera tað, tit hava hug og hegni til. Og tit skulu enntá fáa pengar ímeðan. Og tað vilja vit, tí vit halda tykkum vera ta bestu íløguna, vit kunnu gera fyri okkara land. Fyri okkara samfelag.

Vit trúgva uppá tykkum øll, sum sita her. Hvønn einstakan. Vit trúgva so nógv uppá tykkum, at vit satsa meiri enn tvær milliónir krónur í miðal uppá hvønn einstakan. Meiri enn eina millliard tilsamans uppá tykkum øll.

Og hví gera vit tað? Jú, tí vit - her í Føroyum - eru sannførd um, at um vit átaka okkum at gjalda fyri vitan og útbúgving fyri allar borgarar, so fáa vit tað besta samfelagið. Tað javnasta samfelagið. Tað fríasta samfelagið. Tað tryggasta samfelagið. Tað mest framkomna samfelagið.

Sjálvandi vóna og ynskja vit, at tykkara útbúgving og eldhugi fer at koma Føroyum og føroyingum til góðar, tá tit eru útbúgvin. At tit velja Føroyar eftir útbúgvingina, eftirsum Føroyar hevur valt tykkum, meðan tit vóru børn og ung. At tit vilja arbeiða, rinda skatt og halda á at byggja og menna okkara land.

Men 2,2 milliónir fyri hvønn einasta av tykkum eru ekstremt nógvir pengar.

Og tit kunnu spyrja tykkum sjálv, um tit høvdu sitið her, viss foreldrini høvdu skulað betalt - líka sum tey noyðast í so nógvum londum í dag. Eisini fleiri framkomnum londum.

Eg havi sjálv trý børn. Tað merkir, at eg hevði skulað rindað tilsamans hálva-sjeyndu millión fyri skúlan og útbúgvingina hjá mínum trimum børnum. Og eg hevði altso fyrst mugað tjent tað dupulta - yvir 13 milliónir áðrenn skatt - fyri at míni børn skuldu kunnað fingið eina útbúgving. Og tá hevði eg eisini skulað rindað hús og mat og bil og olju og sev og frítíðarítriv og so framvegis.

So kanska – bara kanska – hevði eg havt ráð til at sent eitt av mínum børnum í skúla. Treytað av, at hini bæði børnini í staðin fyri at fara í fólkaskúla fóru at arbeiða og hjálptu til við at betala fyri tann hepna, sum so slapp í skúla. Hini bæði børnini høvdu fingið nittuseðlar, líka sum fleiri hundrað milliónir børn í dag fáa kring heimin.

Hvussu nógv systkin eiga tit? Royn einaferð at faldað 2,2 milliónir við hvussu nógv systkin tit eru, so hava tit upphæddina, sum tíni foreldur høvdu skulað rindað – runt roknað.

Tá høvdu øgiliga nógv fingið nittuseðlar. Og ekstremt fá av tykkum høvdu havt frítt val á øllum hillum, tí jú longri skúlagongd, jú meiri høvdu foreldrini mugað betalt. Summi høvdu nokk bara havt ráð til fólkaskúlan.

***

Og hví sigi eg alt hetta?

Eg sigi tykkum hetta, tí tit skulu vita, at tit eru so ekstremt virðismikil og vigtig. Tí vit trúgva uppá tykkum og vit raðfesta tykkum. Vit taka tykkum í álvara. Og tí vit – við at geva tykkum eina góða útbúgving – einaferð í framtíðini vóna at fáa ágóðan av hesi íløguni, sum vit gera í tykkum.

Merkir tað so, at tit skulu skunda tykkum ígjøgnum, so tit sum skjótast kunnu koma útaftur hinumegin at tjena pengar og rinda skatt?

Tað veit eg, at nógvir mentamálaráðharrar og politikarar í okkara grannalondum siga. Men nei, eg sigi ikki tað!

Eg sigi: minnist eisini til at liva. Minnist til at njóta. Fáið tykkum børn meðan tit lesa. Veljið umaftur, um tit halda, at tit í fyrsta umfari valdu skeivt.

Tí tá man ger eina so stóra íløgu yvir so nógv ár – tá vit tryggja tykkum bestu stimbran og læring frá tit eru 1 ára gomul og inntil tit nærkast 30, ja so hava nøkur ár meiri ella minni einki at siga. Um tit verða liðug at lesa í 2024 ella í 2026 hevur ikki so nógv at siga í tí stóru myndini.

Men tað, sum hinvegin hevur alt at siga, tað er, um tit enda við at velja rætt og elska tað, tit gera. At tit verða glað, eldhugað og engagerað. Og at tit – tá tit koma so langt – velja at byggja tykkara bústað her í Føroyum.

Tí tá er tað vinn-vinn fyri báðar partar.

***

Í dag fáa tit so høvi at hyggja inn á hillarnar við vinningunum. Hvat skulu tit velja?

Her fái eg ikki hjálpt tykkum, tíverri. Her mugu tit lurta eftir tykkara egna hjarta og tykkara sannføring. Ikki hvat foreldrini siga, ella vinirnir, ella sosialu miðlarnir – ella vit politikarar.

Bara tit sjálvi kunnu finna fram til, hvønn veg tit skulu fara. Hvat tit skulu velja. Og fleiri tykkara fara nokk at velja skeivt fyrstu ferð. Og tað er ókey. So royna tit aftur og velja okkurt annað. Tí tað ER torført at velja.

Og tá ið eg sum lítil genta á ólavsøku leeeeeeingi stóð og hugdi inn á hillarnar við vinningunum - og ivaðist og ivaðist – ja, tá endaði tað við, at eg ikki valdi nakað av ovastu hill, har størstu vinningarnir annars vóru.

Eg valdi mær ein kulan, gulan vatnrevolvara av hillini í miðjuni. Tí tað var hann, sum eg ynskti mær allarmest. Tað var tann guli vatnrevolvarin, sum fekk mítt hjarta at sláa eyka títt.

Og tí var hann nokk eisini tann besti og rættasti vinningurin fyri meg, tá alt kom til alt.

Takk fyri – og góða eydnu.