30.12.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Frank Jacobsen settur í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla

Frank Jacobsen settur í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Frank Jacobsen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Sumbiar skúla.

Frank er 54 ára gamal og tók læraraprógv í 2009 og bachelorískoyti í 2010. Umframt skeið í námsfrøðiligari leiðslu á Setrinum og eftirútbúgvingarskeið, hevur Frank tikið diplom á masterstigi í vegleiðing í 2015, har partar av útbúgvingini snúgva seg um leiðslu, persónliga leiðslu, strategiska leiðslu og leiðslu av stovni. Frank hevur harumframt útbúgving sum marknaðarøkonom í 1998, umframt útbúgving sum ferðaleiðari, og hevur eisini fingist við ferðavinnu síðani 1991.

Frank hevur undirvísingarligar royndir umframt drúgvar royndir innan serundirvísing. Hann hevur leiðsluroyndir sum skúlavegleiðari, skeiðshaldari og flokslærari, umframt leiðsluroyndir frá privatum virksemi og í samkomuhøpi.  Frank hevur seinastu árini verið lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt í Havn.

Frank tekur við starvinum sum fyrstilærari í Sumbiar skúla tann 5. januar 2022.