19.12.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Frambrot fyri føroyska telving

Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, verður talvráðgevi í føroyska skúlaverkinum frá 1. januar 2019 at rokna. 

 - allur talvheimurin hevur fagnað norsku talvhetjuni Magnus Carlsen, eru vit spent at kunngera, at vit í næstum fara inn í eitt nýtt tíðarskeið fyri føroyska telving. Fyrsti - og higartil einasti - føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, verður nevniliga settur í parttíðarstarv sum talvráðgevi hjá Námi frá nýggjárinum at rokna, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum 

Tað var í september 2016, at 28 ára gamli Helgi Dam Ziska gjørdist fyrsti føroyski stórmeistarin í talvi. Síðan hevur javnan verið umrøtt, hvussu vit best kunnu heiðra og gagnnýta hesa stórhending, so hon eisini kemur føroyskari telving og samfelagnum øllum til góðar 

hevur Mentamálaráðið í eina tíð arbeitt við ymsum møguleikum, og er ein samstarvsavtala fingin í lag millum Nám, Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska. Avtalan inniber, at føroyski stórmeistarin verður settur í parttíðarstarv sum talvráðgevi hjá Námi - og tað verður fíggjað av játtanini hjá Talvsambandinum 

Helgi er fegin um nýggju avbjóðingina, og hann hevur í avtaluni tryggjað sær, at hann eisini fær tíð og umstøður til at menna seg sjálvan sum telvara. Tískil verður talan um parttíðarstarv, har hann fyrst og fremst skal leggja lærarum lag á.  

Og fyri Talvsambandið er tað ein fyrimunur, at talvførleikarnir úti á skúlunum verða lyftir upp á eitt enn hægri støði við hesi avtaluni og førleikum stórmeistarans, staðfestir Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandinum.  

Eg fegnist um, at vit fáa brúkt tann kunnleika og ta vitan, sum stórmeistarin hevur á økinum, til at menna lærarar - og harvið eisini næmingarnar, sigur Rigmor Dam. 

Og talváhugin sæst eisini aftur í politikkinum. Í samgonguskeiðinum er játtanin økt við 400 túsund krónum, Føroyar hava fingið sín fyrsta stórmeistara í talvi. Og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 hevur landsstýriskvinnan hartil lagt 100 túsund krónur omaná 

 - Tað er hugaligt at síggja, at telving er eitt, sum vit kunnu samstarva um tvørtur um floksmørk. Júst samstarvið millum Nám og Talvsambandið er íkomið, eftir at eitt samt Løgting tók undir við uppskoti til samtyktar frá Jákupi Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, um at seta á stovn starvsskipan fyri føroyska stórmeistaran, greiðir Rigmor Dam frá. 

 - So vit kunnu siga, at hóast tað mangan tykist trupult at finna breiðar politiskar semjur, so eru fólk í øllum føri á einum máli um týdningin av telving, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna og leggur afturat, at telving eigur eitt natúrligt pláss í skúlunum, sum liður í almenna og fakliga dannilsinum 

Hópin av kanningum vísa, at børn og ung mennast á so nógvar hættir av at telva. Bæði umræður evnini til hugsavnan og djúphugsni, umframt at hugsa strategiskt og analytiskt. Og so ikki um at tala sosiala vinningin, næmingar hittast í friði til mangan drúgva leikin á talvborðinum. 

Talv og telving stendur hartil sum ein góð mótvekt til tann skjóta lættisoppa heimin á sosialu miðlunum, sum okkara næmingar dagliga eru partur av, vísir landsstýriskvinnan á. 

Sáttmálin millum Helga Dam Ziska, Talvsambandið og Nám varð undirskrivaður í dag, 19. desember. 

Á myndini síggjast frá vinstru: Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Helgi Dam Ziska, stórmeistari og nýggjur talvráðgevi í føroyska skúlaverkinum, Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandinum.