23.04.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Frágreiðingin: Inkluderende kulturliv i Norden

Frágreiðingin: Inkluderende kulturliv i Norden

Verkætlanin, Inkluderende kulturliv i Norden, snýr seg um týdningin av mentan og list í sambandi við at integrera tilflytarar og flóttafólk. Í frágreiðingini verður millum annað víst á, at tørvur er á mentanarpolitikki, sum stuðlar undir, at tilflytarar gerast partur av mentanarlívinum í tí landi, teir koma til. Eisini verður víst á, hvussu umráðandi tað er, at mentanarstovnar eru atkomiligir hjá tilflytarum.

Arbeitt hevur verið við norðurlendsku verkætlanini frá 2017 til 2019, og verkætlanin var eitt av høvuðsátøkunum í sambandi við norska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2017.

Frágreiðingin kann lesast her.