23.08.2016 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Føroyskt gull í Mentamálaráðnum

Føroyskt gull í Mentamálaráðnum

Tann 25. august kl. 15-17 letur forvitnislig listaframsýning upp í Mentamálaráðnum við Hoyvíksvegi 72. Tað er Pernille Falch Heinesen, ið er útbúgvin “ædelmetal formgiver” á gullsmiðháskúlanum í Keypmannahavn, sum undir heitinum “Rúmtekningar” sýnir fram myndir og smúkkur úr tilfari úr føroysku náttúruni.

At sniðgeva kropstongdar lutir í dýrmálmi og øðrum tilfari er ein listagrein í stórari menning á altjóða listapallinum. Arbeitt verður við konseptsmúkkum til hópframleiðslu og eisini unikum objektum til listaframsýningar.

Pernille Falch Heinesen flutti til Føroyar í 1997, tá hon var gift føroyskum manni. Í 2007 valdi hon at víðariútbúgva seg í Danmark, men flutti eftir loknað útbúgving heim til Føroya aftur, og arbeiðir hon í egnum verkstaði á Oyrareingjum.

Hon hevur sýnt fram ymsastaðni bæði her á landi og uttanlands, t.d. í Galleri Goldfingers, Galleri Iron Inc, Galleri Pi og á “Copenhagen Jewellery Fair”. Harafturat hevur hon verið við í verkætlanum eitt nú á Galleri Bærbart. Í Føroyum hevur Pernille sýnt fram á Várframsýningini í 2014 og 2015.

Pernille Falch Heinesen fær íblástur úr føroysku náttúruni og tí mangan gloymda tilfarinum – “gullinum”, sum fjalir seg í náttúruni.

Tað hevur stóran týdning fyri Pernille, at tilfarið, sum brúkt verður, er knýtt at Føroyum. Hon er eksperimenterandi í tilfarsvali og strembar eftir at finna nýggjar hættir at arbeiða og viðgera føroyska tilfarið. Íblásturin er føroyska náttúran og tað, sum fjalir seg í náttúruni. Tøttu bondini, sum eru millum menniskju og náttúru í Føroyum geva henni eisini íblástur.

Á hesi framsýning eru verk, har vomb, vil, horn, skræða, roðsla og skeljafiskur eru brúkt í nýggjum formi saman við silvuri. Sýndu lutirnir eru gjørdir við skulpturmyndum í huga - rúmtekningum. Harafturat eru myndir og smúkkur gjørdar av skræðu.

Á ferniseringini verður tónleikur við næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla. Øll eru vælkomin.