21.08.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Føroyingar og afrikanar skipa fyri altjóða skeiði í Tansania um landgrunsrætt

Føroyingar og afrikanar skipa fyri altjóða skeiði í Tansania um landgrunsrætt

Í dag byrjaði menningarskeiðið innan landgrunsrætt, Summer Academy on the Continental Shelf (SACS) í Arusha í Tansania, sum Fróðskaparsetur Føroya fyriskipar saman við Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law (AIIL). Hetta er triðju ferð, at SACS verður hildið í Tansania.

SACS hevur sum endamál at menna førleikar hjá menningarlondum innan landgrunsviðurskifti, har Føroyar hava holla vitan og royndir. Tað er í høvuðsheitum fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL.

Tilsamans eru 33 luttakarar frá 17 ymiskum londum, tey flestu úr Afrika.

Undirvísarar á skeiðinum eru m.a. føroyingarnir Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Millum aðrar undirvísarar eru altjóða serkønir løgfrøðingar og aðrir limir í CLCS.

Í ár helt varaforsetin í afrikanska mannarættindadómstólinum, Blaise Tchikaya, setanarrøðuna.

“Tað er aðalmál hjá landsstýrinum, at føroyskur serkunnleiki verður gagnnýttur í sambandi við menningarverkætlanir," sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. “Somuleiðis er tað gleðiligt, at hetta er triðju ferð, at SACS verður fyriskipað í Afrika, og at føroysk serfrøði innan landgrunsrætt kann gagnnýtast í menningarsamstarvi.”

Les meira um skeiðið SACS á heimasíðuni hjá Setrinum her.