16.09.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar lesa

Føroyar lesa

Hósmorgunin 17. september 2020 kl. 09.00 skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri kunningarfundi um átakið Føroya lesa. Kunningarfundurin verður á Landsbókasavninum.

Føroyar lesa er átak, ið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum. Nýggjar kanningar av lesivanum og málmenning millum børn og ung í Føroyum geva greiðar ábendingar um, at tørvur er á at varpa ljós á lesing í Føroyum.

Á kunningarfundinum fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at kunna um átakið Føroyar lesa.

Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, og Sissal M. Rasmussen, adjunktur og ph.d á Námsvísindadeildini, hava framløgu um nýggjar kanningar av lesivanum, sum lýsa og staðfesta týdningin av góðum lesivanum og grundleggjandi málmenning hjá børnum, har lesing hevur ein týðandi leiklut.

Harumframt fer Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, at siga nøkur orð um leiklutin hjá Kringvarpinum við støði í, at stóru stroymingtænasturnar gera, at enskt vinnur alt meira fram. Saman við broyttu miðlavanunum hevur hetta stórt árin á føroysku mentanina.

Aftaná verður høvi at skifta orð við stigtakararnar av verkætlanini.

Kaffi og ein lættur biti verður at fáa.

Orsakað av koronusmittuni verða tey, ið ætla at taka lut, biðin um at boða frá luttøku áðrenn mikudagin 16. september kl. 16.00 á palln@ummr.fo.

Kunningarfundurin verður stroymaður, umvegis heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðið, www.ummr.fo.

Stroyming av kunningarfundinum á Landsbókasavninum um átakið Føroyar lesa kann síggjast her.