27.02.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar lesa – Tilmæli handað landsstýriskvinnuni

Føroyar lesa – Tilmæli handað landsstýriskvinnuni

Upprit um átøk í kjalarvørrinum á lesikanning og málmenningarárinum.

Sissal M. Rasmussen, Lydia Didriksen, Marjun Ziskason og Turið Kjølbro hava handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen, upprit undir heitinum Føroyar lesa, við 12 átøkum, sum í stóran mun eru sprottin úr stóru lesikanningini hjá børnum í 2017/2018, sum tær fýra stóðu fyri.

2018 var eisini málmenningarár, og fleiri verkætlanir fingu stuðul til málmenningartiltøk, ið skuldu vera við til at stimbra málmenningina hjá børnum undir skúlaaldri. Ein verkætlan var hendan, sum nú er liðug, og sum snýr seg um ítøkilig átøk at fremja.

Hanna Jensen fegnast um, at lesikanningin og játtanin til málmenning hava givið møguleika fyri at orða átøk, sum kunnu brúkast ítøkiliga. Hon heldur tað vera sera týdningarmikið, at halda fram við at kanna og granska spurningarnar, sum lesikanningin setti fram í ljósið: Hvussu verða lesivanar myndaðir? Røkkur vitanin um føroyskar bøkur og annað lesitilfar nóg væl út til børn, foreldur og lærarar? Hvussu fáa vit føroyskt tilfar at fylla nógv meira á talgildum pallum, sum børn nýta?

Landsstýriskvinnan fer nú at viðgera øll tilmælini nærri fyri at taka stig til munagóð tiltøk at fremja lesing eins og vitan og atgongd til føroyskt tilfar.

Uppritið kann lesast her.