17.09.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar lesa

Føroyar lesa

Hósdagin 17. september skipaði Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri kunningarfundi á Landsbóksavninum um átakið Føroyar lesa, har Jenis av Rana, landsstýrismaður, bar fram røðu.

Tiltakið varð stroymt, og til ber at síggja upptøkur frá tiltakinum her.

Føroyar lesa

Vælkomin øll somul til henda kunningarfundin um átaki Føroyar lesa.

Vit hava valt at seta fokus á lesing og lesiáhuga. Tí lesing og lesivanar hava so alstóran týdning fyri okkum sum einstaklingar- og Føroyar sum samfelag.

At vit eru stødd á einum bókasavnið vekir góð minni í mær. Tí mín egni lesihugur varð vaktur sum barn, og á bókasavninum á Tvøroyri opnaðist ein nýggjur heimur fyri mær. Hesin lesihugur hevur verið ein dýrabarur førningur, sum hevur fylt mær gjøgnum lívið.

Men lesivanakanningin, sum var gjørd fyri tveimum árum síðani, og aðrar kanningar, vísa tó, at føroyingar lesa minni og minni – eisini væl minni, umvit samanbera við, hvat verður lisið í øðrum londum.

Burturúr lesivanakanningini komu tó eisini nøkur tilmæli, m.ø. hugskotið til hetta átakið.

---------

Átakið er ikki nakar lyftur peikifingur. Føroyar lesa skal varpa ljós á lesing og týdningin av at lesa. Vísa á dýrgripirnir, sum finnast í bókmentunum. Um at ”geva bókini ein kjans”, sum eg havi hoyrt ein skúlabókavørð siga.

Føroyar lesa er átak, sum vendir sær til allar føroyingar. Smáu børnini, sum eru heima hjá foreldrunum og á dagstovni. Tey ungu, sum eru á veg út í lívið. Tilkomin, sum eg sjálvur, og tey gomlu á ellisheimunum.

Okkara mál er lítið og undir stórum trýsti frá øðrum málum, tí er tað so týdningarmikið at varpa ljós á móðurmálið. Tað er ikki sjálvsagt, at vit megna at halda manngarð um málið, um vit einki gera. Málið er okkara, og vit eiga øll at verða góð við tað.

Góður lesiførleiki er eitt týðandi amboð hjá einstaka menniskjanum, ein fortreyt fyri læring, og ein fortreyt fyri at kunna fylgja við í øllum tí, sum hendir, bæði í Føroyum og uttanlands.

Í bókmentum søkja vit vitan innan ymisk øki og innlit í lívsins mongu viðurskifti sum kærleika, sorg, trúgv, stríð, mannalív og lagnur.

Lesiførleikin og bókin er barlastin hjá tí einstaka at velja yrkisleið, at luttaka í samfelagskjakinum, at seta seg inn í lívsing mongu viðurskifti, at vera heimsborgari.

Vit hava tørv á at verða mintir á hesar dýrgripir, lesiførleikan, hvørs grundarlag er okkum íborið og skrivaða orðið, sum hvør einstakur á okkara leiðum hevur sjálvsagdan rætt at ogna sær.

----------

Sjálvur fegnist eg yvir hendan førleikan, sum opnaði mær dyr til  læknaarbeiði, og sum dagliga gevur mær førleika til, eisini sum landsstýrismaður, at leita mær vitan og kunna meg um tað, sum hendir á økinum. Hendan sama førleikan, sum eisini gjøgnum Bók bókanna legði grundarlagið undir trúarlív mítt.

Og so forrætturin, at kunna seta meg í friði við einari bók um t.d. lív og virki hjá øðrum menniskjum, um persónar, sum hava slóðað fyri bæði her á landi og uttanlands, um trúarlív, um heimssøguna og um framburð, men sjálvandi eisini um minni bjartar tilburðir.

Eg fegnist ikki minni um møguleikan sum komandi ættarliðið, børn og abbabørn, hava at mennast gjøgnum lesing. Ein sonn fragd at síggja og hoyra tey lesa og siga frá.

-----

Eg vil tí nýta høvi at takka øllum, sum hava og áhaldandi framleiða tilfar, skriva bøkur, týða, gera sendingar og við orðum og myndum varpa ljós á tilveruna. Somuleiðis takk til øll tykkum, sum eru partur av átakinum.

---------

Føroyar lesa fevnir um alskyns tiltøk. Fyrsta tiltakið er, at vit í dag avdúka samleika og heimasíðu – eina heimasíðu, sum verður miðdepil fyri kunning og íblástur.

Á heimasíðuni kanst tú kunna teg um, hvat tú kanst lesa sjálv, hvat tú kanst lesa fyri børnum tínum og um týdningin av at lesa. Á heimasíðuni eru bæði greinir og filmsbrot. Tú kanst hoyra um rithøvundar, týðarar og fólk í Føroyum, sum siga frá sínum lesiupplivingum.

Ætlanin er eisini at skipa fyri tiltøkum, har fólk kunnu savnast um lesing á ymsum økjum, bæði tá ið tað snýr seg um tað fakliga í lesing og tær góðu upplivingarnar, vit sum lesarar kunnu hava saman.

Í næstu viku verður kveikingardagur fyri skúlabókavørðir úr øllum landinum, har tey kunnu fáa kunning og íblástur til teirra týdningarmikla starv. Tí allar kanningar vísa, at skúlabókavørðir hava ein avgerandi leiklut at miðla bøkur og stimbra lesihugin hjá børnum.

Seinni fara vit undir rithøvundavitjanir, har dagstovnar og skúlar høvi at bíleggja ein rithøvund á vitjan.

Ráðstevna fyri starvsfólki á dagstovnum um málmenning er eisini á skránni, lesing verður eisini partur av læraradøgunum komandi ár, og bókadagarnir í november verða eisini eitt hæddarpunkt fyri Føroyar lesa.

Nógvir stovnar og feløg gera manngarð um hetta átakið, ikki minst Kringvarp Føroya. Føroyar lesa fara at mynda skránna hjá Kringvarpinum, og tað fara vit at hoyra Ivan Niclasen, stjóra í Kringvarpinum, greiða nærri frá um.

Stutt sagt: Føroyar lesa fara at seta dagsskránna kring landið – í øllum førum komandi 3 til 5 árini.