18.11.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar hava fingið limaskap í COST

Føroyar hava fingið limaskap í COST

COST felagsskapurin hevur á aðalfundi 9.-10. november tikið støðu til áheitan úr Føroyum um limaskap.

Umbønin varð játtað, og Føroyar hava nú fingið limaskap í COST. Hetta gevur føroyskum granskarum rætt at luttaka í COST netverkum á jøvnum føti við onnur og við øllum teimum ágóðum, sum COST hevur at bjóða. Umframt netverk hevur COST virksemi, sum t.d. verkstovur og tiltøk við denti á at menna førleikar og eggja til samstørv tvørturum fakøkir og landamørk.

COST og ES-nevndin hava tætt samstarv og skulu m.a. virka fyri at londini, sum luttaka í Horizon Europe hava møguleika at luttaka í COST netverkum.

Umboð fyri COST vóru fyrr í ár í Føroyum við kunning um møguleikarnar í COST. Fólk vóru væl møtt til kunningarfundin í Kongshøll, har fleiri viðkomandi netverk vóru umrødd. Eisini var fundur við Uttanríkis- og mentamálaráðið, har málið um møguliga føroyskan limaskap var á skrá.

COST stendur fyri European Cooperation in Science and Technology. COST var sett á stovn í 1970 og er tí væl eldri enn stuðulsgrunnarnir hjá ES-nevndini, sum t.d. Horizon Europe, men COST netverk slóða fyri og skapa góðar umsóknir um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Føroyar hava síðani 2010 havt atlimaskap í ES granskingar- og nýskapanarsamstarvinum. Sáttmálin um atlimaskap í Horizon Europe 2021-2027 var undirritaður tann 24. mai 2022, og nú hava Føroyar eisini fingið støðu sum COST Near Neighbour Country.

Les meira um COST á heimasíðu teirra cost.eu