28.06.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar, Grønland og Danmark samd um viðurskifti, ið viðvíkja Arktis og Norðuratlatshav

Føroyar, Grønland og Danmark samd um viðurskifti, ið viðvíkja Arktis og Norðuratlatshav

Føroyar, Grønland og Danmark eru samd um eitt felags grundarlag um viðurskifti, sum viðvíkja Arktis og Norðuratlatshavi í sambandi við karmsemju um verjumál.

Trygdar- og verjumál hava høga raðfesting í landsstýrinum. Fyri at varðveita frið og støðufesti í Norðurhøvum, skulu Føroyar taka virknan lut í samstarvinum um verjumál og vera við í øllum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu vera viðkomandi fyri trygd og verju um okkara leiðir. Tí fegnist eg um, at Føroyar, Danmark og Grønland eru samd um eitt yvirskipað felags grundarlag í sambandi við donsku karmsemjuna um verjumál. Eg vil eisini nýta høvi at takka Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra, fyri gott samstarv seinastu tíðina,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, um felags grundarlagið, sum semja nú er um.

Føroyar, Grønland og Danmark eru samd um hesi viðurskifti:

  • Føroyar, Danmark og Grønland eru við eitt trygdarpolitiskt vegamót. Álop Russlands á Ukraina hevur elvt til kríggj í Evropa, og støðan hevur stóra ávirkan á trygdina í Evropa og tvørtur um Atlantshav.
  • Í samstarvi við viðkomandi myndugleikar og við støði í teimum trygdarpolitisku fortreytum, sum eru galdandi í teimum trimum londunum, skal danska verjan virka fyri trygd í Danmark, Føroyum og Grønlandi.
  • Málið er, at Arktis og Norðuratlantshav framhaldandi eru økir við lágum spenningi har møgulig stríð verða loyst friðarliga. Hesum vilja Føroyar, Danmark og Grønland í felag virka fyri við at styrkja eftirlitið og ræðisrættindini í økinum og taka lut saman við sameindum og NATO til tess at varðveita frið og trygd í Norðurhøvum.
  • Avgerðir um ítøkilig átøk verða tiknar í tøttum samstarvi millum Danmark, Føroyar og Grønland. Fyrstu avgerðirnar verða tiknar til heystar í 2023.
  • Eftir ætlan verða tríggir árligir fundir á ráðharrastigi næstu árini til tess at stuðla undir samstarvið á verjupolitiska økinum.
  • Føroysk luttøka í viðkomandi millumtjóða verjusamstørvum og í millumtjóða venjingum skal umrøðast nærri.

  • Føroyar fara at taka virknan lut í arbeiðinum at varðveita frið og støðufesti í Norðurhøvum. Føroya landsstýri og danska stjórnin eru tí samd um at raðfesta átøk, sum stuðla undir ræðingarætlanirnar hjá NATO og minka um váðan fyri ótilætlaðum spenningi í økinum.
  • Uppgávurnar, sum danska verjan røkir við Føroyar, skulu í mest møguligan mun samskipast við føroysku tilbúgvingarmyndugleikarnar.
  • Skulu íløgur gerast í sambandi við uppgávur, sum danska verjan røkir við Føroyar, skal raðfestast soleiðis, at íløgurnar eisini koma føroyska samfelagnum til gagns. Til dømis í samstarvi við myndugleikar, granskingarstovnar, fyritøkur og vinnulív. Landsstýrið og danska stjórnin skulu umrøða og eyðmerkja møgulig ítøkilig átøk ella ætlanir, sum skulu raðfestast.
  • Tá ið umræður netverju og hybridar hóttanir eru umráðandi, at viðkomandi myndugleikar samstarva, ráðgeva og veita hvør øðrum upplýsingar, sum eisini kunnu vera trúðanarflokkaðar.

Eg fegnist um, at Føroyar, Grønland og Danmark eru vorðin samd um grundarlagið fyri viðurskiftunum, sum viðvíkja Arktis og Norðurhøvum í sambandi við donsku verjusemjuna. Hóttanarmyndin í Evropa er broytt, og tað ávirkar eisini trygdar- og verjupolitisku gongdina á norðurleiðunum. Tí er umráðandi, at Føroyar, Grønland og Danmark samstarva um okkara felags trygd. Eg gleði meg til víðari samstarv um ítøkilig mál og átøk í økinum,” sigur Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri Danmarkar.