03.06.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll”. Tað er slagorðið fyri nýggja átakið »Skúlaleikir«, ið fer av bakkastokki eftir summarferiuna – og sum í dag letur upp fyri tilmeldingum á skulaleikir.fo.

Grundarlagið undir Skúlaleikum er kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, ið staðfestir, at bara 15% av føroyskum børnum røra seg nóg mikið. Hetta hevur fingið ÍSF at taka stig til hetta átak, sum er skipað sum eitt breitt samstarv millum kommunurnar, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið við tí fyri eygað at geva ítrótti, sum lærugrein, nýggjar møguleikar, og fyri at byggja brýr millum skúla og ítrótt kring landið. Les meira her.