08.10.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Eykaprógv í føroyskum

Eykaprógv í føroyskum

Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar í skúlaárinum 2020-21 í samstarvi við Námsvísindadeildina fyri skeiði í føroyskum fyri fólkaskúlalærarum, ið hava útlendskt læraraprógv.

Eykaprógv í føroyskum er ein treyt fyri fastari setan sum lærari hjá teimum, sum hava tikið læraraprógv uttanlands, m.a. á donskum læraraskúla ella hava aðra læraraútbúgving á sama støði úr øðrum landi.

Innihald, tímatal og próvtøkutreytir samsvara málpartinum í grundlærugreinini føroyskt í læraraútbúgvingini. Til tess at røkka kravda tímatalinum verður undirvíst hvønn fríggjadag og onkran leygardag báðar lestrarhálvurnar.

Undirvísingin byrjar 27. november 2020 og er treytað av, at í minsta lagi 15 luttakarar tekna seg til skeiðið. Kunnað verður seinni um undirvísingartíð og høli.

Farloyvi verður veitt lærarum undirvísingardagarnar. Endurgjald fyri ferðing verður veitt sambært kostnaði hjá SSL fyri oyggja- og bygdaleiðir. Skeiðsluttakararnir bera sjálvir aðrar útreiðslur, sum standast av skeiðnum.

Umsøkjarar boða frá luttøku í teldubrævi til ummr@ummr.fo í seinasta lagi 7. november 2020.

Fyrispurningar um skeiðið kunnu sendast Lydiu Didriksen, Námsvísindadeildin, LydiaD@setur.fo ella Jenny Lydersen, Uttanríkis- og mentamálaráðið, jenny@ummr.fo.