19.03.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Evnisdagur hjá Orðblindalærarafelagnum

Evnisdagur hjá Orðblindalærarafelagnum

Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, á evnisdegi hjá Orðblindalærarafelagnum  fyri orðblindalærarar, hildin á Námi tann 18. mars 2019. Hon røddi um ætlanir og hugsjónir innan orðblindaøkið.

Góðu orðblindalærarar.

Takk fyri innbjóðing og høvi at siga nøkur orð um ætlanir og hugsjónir mínar innan orðblindaøkið.

Fyrst fari eg at takka tykkum almikið fyri, at tit javnt og samt og støðugt gera vart við økið. Eisini fari eg at takka tykkum fyri tykkara eldhuga og stóra innsats at veita lesi- og skriviveikum og orðblindum munagóða tænastu og hjálp.

Allarmest fegnist eg um ta hugburðsbroyting, sum er farin fram tey seinastu nógvu árini innan orðblindni.

Fyri bara nøkrum áratíggjum síðani fekk ein lesi- og skriviveikur ella orðblindur lítla og onga hjálp, um ikki onkur einstakur lærari, sum visti nakað um fyribrigdið, var í nánd. Tey allarflestu av hesum børnum og ungum fingu als ongan hjálp og hetta kom at ávirka teirra virkisføri alt lívið. Tær nógvu søgurnar frá fólki, sum ikki hava fingið hjálp, vitna um hetta.

Í hesum sambandi havi hug at taka fram eitt brot úr einum sangi, sum Jens Marni Hansen úr Kollafirði skrivaði til ein lærara, sum gjørdi mun:

I was young, doing the best I could

I was too complicated, misunderstood

Then you came along, and you made me see

Peeling the mask right of me, setting me free

Follow your heart, she said, and you’ll be stronger.

Trust yourself and you will find the way

Eg haldi, vit eiga at týða hesi orð til føroyskt og nýta tey sum súrepli til lærarararnar! Eg hugsi um hetta, at lærarar hava serligar førleikar, tað rætta hegnið og góð amboð at náa inn til næmingin og gera munin.

Menning innan orðblindaøkið hevur týdning. Ikki minst tí, at førleikin at lesa og skriva hevur grundleggjandi týdning í dagsins samfelag. Tað er einki minni enn ein rættur hjá øllum  at fáa neyðugu hjálpina at menna sín lesi- og skriviførleika og harvið fáa atgongd til skrivaða orðið.

Málið er, at orðblindir næmingar fáa  javnbjóðis skúlagongd og útbúgving sum aðrir næmingar. Hetta setur krøv til, at fyriskipanir eru í øllum skúlaverkinum, og at samstarv er um skiftið frá einari skúlaskipan til aðra. Og her eru tit orðblindalærarar krumtappurin í at varnast, staðfesta og vera við til at seta átøk í verk og skipa undirvísininga soleiðis, at orðblindi næmingurin fær røttu og neyðugu hjálpina. Hetta soleiðis, at hann við tíðini fær virkað sjálvhjálpin við orðblindni.

Sera umráðandi er, at orðblindalærarar fylgja næminginum í skiftinum millum skúlar, so at næmingurin í ungdómsárunum fótar sær í nýggjum umhvørvi við øðrvísi avbjóðing.

Tað hevur alt at siga, at lesi- og skrivitrupulleikar og orðblindni verður varnast so týðliga sum tilber, og at ljós verður varpað á samanhangin millum málsliga menning tíðliga í lívinum hjá barninum og lesi- og skriviførleikar.

Eg haldi, at vit hava sett nógv og rætt inn. Nevnast kann Trastilfarið til eygleiðing av málsligu menningini hjá børnum umframt annað tilfar til børn undir skúlaaldur.

Tilfar til innskúlingina er eisini komið. Nevnast kann Súlutilfarið, sum í ár varð víðkað við kanningartilfarið eisini og at fyri 2 árum síðani kom tilfar til orðblindakanning til 3. flokk, soleiðis at øll børn nú vera screenað fyri orðblindi í 3. flokki.

Samskiftisøkið við tøkniligu menningini er broytt við rúkandi ferð seinastu árini. Hetta ger, at orðblind við hjálp av tøknini, saktast kunnu vera sjálvhjálpin og liva og vera virkin á jøvnum føti við onnur. Millum heilt stóru framstigini er føroyska teldutalan. Í hesum sambandi kann eg nevna at verkætlan júst nú er farin av bakkastokki til tess at menna ein sokallaðan “raddarkennarar”, soleiðis at vit kunnu fáa føroyska talu umgjørda til skrift. Eisini kann eg nevna forritið CD-orð, sum er eitt “must” hjá øllum orðblindum.

Samanumtikið kann eg siga, at eg vit hava eitt sera gott grundstøði at arbeiða útfrá. Vit hava fakligan áhuga, vit hava vitan, tilfar og tøkni. Og hóast fleiri okkara kundu hugsað okkum hægri játtan, so er hon nógv økt seinastu árini.

Haldi meg kunnu staðfesta, at tíðin er búgvin til, at vit fara at hyggja at sjálvari skipanini og samskipanini, so tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt. Harumframt kundi eg hugsað mær, at vit fingu standardiseraða orðblindakanning til 14 ár og eldri, at vit fingu felags hald fyri CD-orð til allar skúlar og at arbeiðslýsing fyri orðblindalærarar var gjørd áðrenn komandi skúlaár.

Latið okkum halda fram at stríðast fyri, at allir okkara borgarar fáa líka góða atgongd til tað ríkidømi, sum liggur í skrivaða orðinum. Og latið okkum halda fram at menna møguleikar, so øll fáa somu atgongd til samskifti, sum í síðsta enda er tað, sum bindur okkum saman og mennir okkum sum menniskju og samfelag!

Takk fyri!