15.12.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Ert tú okkara nýggi starvslesandi í Keypmannahavn?

Ert tú okkara nýggi starvslesandi í Keypmannahavn?

Tað ber framvegis til at gerast starvslesandi á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn í vár 2021.

Sendistovan í Keypmannahavn hevur longt freistina at søkja um at gerast starvslesandi fyrra hálvár 2021 til 11. januar 2021.

Sum starvslesandi hevur tú ein virknan leiklut á sendistovuni, og tú fært roynt tína bókligu vitan í verki. Á sendistovuni kemur tú at fáa avbjóðingar í einum altjóða umhvørvi og samstundis arbeiða við føroyskum áhugamálum.

At gerast partur av einari sendistovu er ein spennandi uppliving, har tann starvslesandi fær innlit í, hvussu tað er at arbeiða á einari sendistovu. Fyri sendistovuna ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Høvuðsendamálið hjá sendistovuni er at røkja og menna samstarvið millum Føroyar og Danmark umframt at menna føroyskan uttanríkispolitikk.

Barbara Saxov, starvslesandi á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, sigur, at “sum starvslesandi á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn fekk eg innlit í arbeiðsøkini, ið ein sendistova røkir. Uppgávurnar hjá mær vóru sera fjølbroyttar, og tískil var eingin dagur eins. Serliga dámdi mær væl at fáa innlit í uttanríkispolitikk og diplomati. At vera starvslesandi er ein góður møguleiki at menna seg bæði fakliga og persónliga, har ein samstundis fær ein steðg frá lesnaðinum.”

Umsóknir skulu sendast til copenhagen@ummr.fo.

Umsóknarfreistin er 11. januar 2021. Set teg í samband við okkum, um tú vilt vita meira, ella les meira her.