18.02.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Eivør á palli í París

Eivør á palli í París
1 / 7

Í gjárkvøldið spældi Eivør á fullsettari konsert í París. Við eini inniligari og kraftmiklari framførslu bergtók Eivør fronsku áhoyrarnar. Við sær á pall hevði Eivør Mattias Kapnas á klaveri.

Konsertin var fyri innbodnum, harímillum fjølmiðlafólkum og fólki í franska tónleikaumhvørvinum. Eisini vóru nøkur atgongumerki lutað út alment.

Konsertin varð hildin í Frederikskirken, sum liggur skamt frá Triumfboganum í París, og varð fyriskipað av Faroe Islands Music Export, Visit Faroe Islands, Le Bicolore, Sendistovuni í Brússel og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Eftir ætlan skuldi Greta Svabo Bech eisini framføra á konsertini, men hon hevði forfall. Undir tiltakinum vóru spæld nøkur løg hjá Gretu, og áhoyrarnir fingu høvi at hoyra hennara tónleik.

Tiltakið er partur av mentanarátakinum Føroyar í París 2022. Meira kunning um átakið er at finna (á fronskum) á www.lebicolore.dk

Føroyar í Paris 2022
Føroyar í Paris í 2022 verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark (Le Bicolore) og Visit Faroe Islands.

Átakið fevnir um eina røð av føroyskum tiltøkum innan myndlist bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið vera í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022.

Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist Listasavnið, FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.