14.04.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Danski verjumálaráðharrin til Føroyar

Danski verjumálaráðharrin til Føroyar

Mánadagin, 17 apríl, vitjar danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen í Føroyum. Mánamorgunin verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og danska verjumálaráðharran.

Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Tinganesi mánamorgunin kl. 9.15.

Mánamorgun hittir verjumálaráðharrin somuleiðis Løgtingsins Uttanlandsnevnd.

Mynd: Les Kaner