13.04.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroyar

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroyar

Seinnapartin í dag 13. apríl kemur danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen til Føroya.

Í kvøld hittir hann limirnar í Løgtingsins uttanlandsnevnd. Kl. 10 fyrrapartin í morgin verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Lars Løkke Rasmussen.

Í morgin 11:45 verður tíðindafundur í Tinganesi, har fjølmiðlarnir eru vælkomnir.